Tann fyrsta tunfiskaroyndin hjá Viberg Sørensen undir Føroyum eydnaðist heilt væl.
Teir fiskaðu í gott 20 dagar og fingu 20 tons av tunfiski.
Leygardagin komu teir á Tvøroyri av fyrsta túrinum við spildurnýggja tunfiskaskipinum, Boada 7, sum er fyrsta tunfiskaskip, sum er skrásett í Trongisvági.
Boada 7 er størsta og mest framkomna tunfiskaskip í heiminum og Viberg Sørensen gjørdi fyrr í heyst samstarvsavtalu við japanska felagið, sum eigur skipið, um at fiska tunfisk undir Føroyum.
Teir fóru til fiskiskap 10 september og tað var ein vælnøgdur Viberg Sørensen, sum leygardagin legði at Tvøroyri við fyrstu lastini.
? Vit fingu 20 tons tað lata vit væl at, serliga av tí, at hetta er fyrstu túrurin.
Hann sigur, at tað gekk heldur strilti teir fyrstu dagarnar, men seinasti parturin av túrinum vignaðist væl, sigur Viberg Sørensen fyri Sosialinum.
Hann sigur, at teir leitaðu nokk so nógv teir fyrstu dagarnar frá Íslandsrygginum, eystureftir og norður ímóti Mykinesgrunninum.
?Seinasta partin av túrinum hava teir roynt suður av Føroyabanka og Bill Baily.
Seinastu setuna settu teir inn á Munkagrunnin.
Línan stendur einar 5-6 tímar.
Hon er 100 fjórðingar, men teir seta hana slaka, so hvør setan er einar 80 fjórðingar.
? Ymiskt er, hvussu langt er ímillum húkarnar, tað veldst alt hvussu djúpt sett verður.
? Men vanliga eru einir 40 metrar ímillum húkarnar. Og teir hava havt upp ímóti 4.000 húkum á hvørjari setu.
Tilsamans høvdu teir 19 setur.
Tað var ógvuliga ymiskt, hvat teir fingu í hvørjari setu. Teir fingu ímillum ongan og 30 fiskar á hvørjari setu.
Seinastu dagarnar fingu ter ímillum 15 og 20 fiskar hvørja ferð.
Fiskurin verður frystur niður í 70 kuldastig og har liggur hann í tveir dagar, áðrenn hann fer í sjálva frystilastina, har hann verður goymdur í 55 kuldastigum.
Fingu metstóran fisk
Til stuttleika kann nevnast, at størsti tunfiskurin, teir fingu, vigaði einki minni enn heili 350 kilo og tað var størsti fiskurin, teir 25 royndu, eysturlendsku tunfiskararnir, sum vóru við Boada 7, vistu um at siga.
Hann var sum ein lítil hvalur til longdar, heilar 2,90 metrar langur.
Annars mundi vanliga støddin liggja um 100 kilo, sigur Viberg Sørensen.
Tann minsti vigaði 55 kilo, so stórur munur var á støddini.
Umfamt teir 25 eysturlendingarnir vóru fimm føroyingar við Boada 7.
Sjálvur var Viberg Sørensen, skipari. Tveir synir hansara, Ansgar og Ragnar, vóru stýrimenn og Snorri Jensen úr Fuglafjørði var maskinmeistari.
Harafturat var Kaj Ljósstein eygleiðari fyri fiskivinnueftirlitið.
Nógv gjørt burturúr
Viberg Sørensen letur annars sera væl at skipi og manning.
? Tað er stórur munur á eysturendingum og føroyingum, men teir eru stak hampiligir at vera saman við.
? Ein stórur munur á okkum og teimum er t.d., at teir fara aldrin einsamallir til arbeiðis
? Sama hvussu lítið tað er, fara teir altíð fýra, fimm mans til verka, har føroyingar ofta høvdu farið einsamallir.
Viberg Sørensen viðgongur eisini teir blivu skjótt troyttir av eysturlendska matinum, sum hann heldur var eitt sindur einstáttaður.
Men tað gjørdi onki, tí so kokkaðust teir bara sjálvir.
Men kundi maturin verið øðrvísi, var skipið harafturat fyrstafloks.
? Tað riggaði stak væl og nógv ferður gjørt fyri at manningin skal trívast umborð.
Teir ganga ikki inni í skóm og nógv verður vaskað umborð so at tað skal vera reint og nossligt.
? Harafturat hevur skipið stabilisatorar sum ger, at tað er serstakliga róligt í sjónum.
? Talan er um eitt serligt slag av stabilisatorum. ? Talan er um eina pumpuskipan, sum við stórari megi pumpar vatn runt í skipinum at mótvirka rulli.
Hendan stabilisatorskipanin virkar so væl, at tað kom ikki fyri, at ikki krússini kundu standa leys á borðinum, hóast veðrið var nokk so ringt viðhvørt, sigur Kaj Ljósstein.
Umskipaðu á Tvøroyri
Tað var strævin dagur á Tvøroyrar Havn, tá ið Boada sjey kom aftur av fyrsta túrinum.
Tí samstundis komu trý onnur tunfiskaskip á Tvøroyri.
Viberg Sørensen sigur, at avtalan við japanska felagið er, at tunfiskurin skal umskipast á Tvøroyri.
Sostatt var eitt stórt móðurskip eisini komið á Tvøroyri at taka ímóti fiskinum, báði frá Boada 7 og frá tveimum øðrum bátum, sum hava fiskað í altjóða sjógvi. Tey bæði skipini høvdu minni enn skipið hjá Viberg og teimum.
Viberg Sørensen sigur, at henda fyrsta royndin ger hann líka sannførdan, sum hann var frammanundan, um, at tunfiskurin er eitt ríkidømi, sum føroyingar eiga at gagnnúta og sum tað ber til at fáa nakað burturúr.
Boada sjey er farið nýggjan túr. Teir rokna við at vera inni aftur umleið 20. november, tá ið móðurskip aftur skal koma á Tvøroyri eftir veiðini frá nøkrum tunfiskaskipum.