Í fleiri ár hevur krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia sóknast eftir generalinum Ratko Mladic, sum stóð á odda fyri teimum bosniaserbisku herdeildunum, og sum er ákærdur fyri at hava givið boð um hópmorðið í Screbrenica í 1995, tá 8.000 menn og dreingir vórðu myrdir.
Dómstólurin, ES og NATO hava lagt Serbia undir at fjala hann, men tað hevur stjórnin avsannað. Men nú váttar herleiðslan, at generalurin fjaldi seg á serbiskum herstøðum í fleiri ár, men at herurin gavst ay fjala hann í juni í 2002, tá serbiska tjóðartingið samtykti at samstarva við krígsbrotsmannadómstólin í Haag.
Herleiðslan sigur, at hon veit ikki, hvat Mladic er nú, og tað sama sigur serbiska stjórnin. Carla del Ponte, sum er høvuðsákæri í krígsbrotsmannadómstólinum, sigur við franska blaðið Le Figaro, at Evropa eigur at herða trýstið á serbisku stjórnina, og at ES eigur at steðga øllum samráðingum við Beograd um serbiskan limaskap, til Mladic er tikin og fluttur til Haag.