Manshondbóltur
Eftir eitt heldur misjavnt kappingarár er Kyndil nú um at koma upp á beint.
Stórar vónir vórðu settar til liðið undan kappingini. Nú skuldi kappingin av álvara takast upp við vestmenningar og strandingar, men fyrstu umførini kastaðu alt annað enn nøktandi úrtøku av sær. Steypasigurin í vár tykist tó hava verið júst rætti heilivágurin hjá linðum, sum í løtuni tykist koyra við fullari ferð. Eisini hóast liðið nú er skert nakað í vongspælinum, har Heini Bendtsen gjørdist skaddur, júst sum hann hevði fingið sítt veruliga gjøgnumbrot á liðnum.
Høvdu yvirskotið
Mikudagin var grannauppgerðin móti Neistanum á matarlepanum. Kanska júst Neistin átti sín stóra lut í niðurtúrinum hjá Kyndli í grundspælinum, tá teir bláu púrasta óvæntað byrjaðu landskappingina við einum sigri á grannunum, og restyina av grundspælinum var Neistin eisini partur av oddastríðnum.
Her hava teir tó slept takinum, og mikudagin sleptu teir eisini takið á bronsumerkjunum. Eftir eina bragdliga Neista-byrjan, har fýra mál á rað vórðu skotin, áðrenn Kyndil slapp upp í part, var tað nevnliga Kyndil, sum stóð fyri restini.
Seks mál á rað frá teirra síðu sendu teir aftur framum, og restina av dystinum hildu teir alla tíðina fast um leiðsluna. Kanska bleiv munurin ongan tíð so stórur, at spenningurin fór úr dystinum, men sum skilst, so var ongan tíð nakar ivi um, hvønn veg dysturin skuldi fara. Mest sum hvørja ferð Neistin hevði hug at ressast nakað, svarðai Kyndil aftur. Hóast nakað skerdir, so telir liðið framvegis profilar sum Jacob Jónsson, Høgna Klein, Finnur Hansson og Hans Áka Dal-Christiansen, og samanlagt var hetta meira, enn Neistin megnaði at byrgja uppfyri.
Og tá Kyndil so fram móti dystarenda skræddi seg veruliga leyst, var seinasti ivin farin úr dystinum. Neistin fekk seinastu minuttirnar minkað nakað um munin, men tiðin var ov knøpp, til at spenningur kundi koma íaftur, og tí vóru hesi málini meira av kosmetiskum týdningi.
Favorittar til bronsuna
Sum sagt, so hevur Kyndil við sigrinum lagt seg einsamalt á bronsuplássið, sum undan kappingarárinum varð roknað sum eitt minimumskrav til væl mannaða hópin.
Og sum seinastu dystirnir hava gingið, so er einki at ivast í, at Kyndil nú eisini eru stórfavorittar at vinna hetta heiðursmerkið. Seinastu vikurnar hevur spælið verið av tí meira støðuga slagnum, og tó at grannarnir úr Hoyvík helst vilja royna at blanda seg, so hevur Kyndil sum einasta liðið í endaspælinum havt eitt sera gott tak á teimum.
Hjá Neistanum tykist hinvegin bert ganga ein veg í løtuni. Kanska er fremsta orsøkin eisini, at liðið stóð seg mest sum ov væl í grundspælinum, soleiðis at vónirnar undan endaspælinum vórðu settar dekan ov høgt.
Størsti veikleikin hjá liðnum hevur víst seg at vera, at hópurin er ov tunnur, tá talan er um spælarar, sum kunnu gera avgerandi munin í einum dysti. Eina mest hava hesir verið Áki Mørk og Morgan Knezevic, og tó at tað í løtum hevur glógvað í fleiri av hinum, so hevur hetta ikki verið nóg mikið, tá mest hevur staðið á.
Undan kappingini varð tó sagt, at árið fyrst og fremst skuldi nýtast til at byggja eitt nýtt lið upp, og í so máta er Neistin eisini komin rættiliga langt. Í løtuni er størsti tørvurin helst ein sterkur miðspælari afturat, og verður hesin fingin til vega, kann væl verða, at støðufestið hjá liðnum verður væl størri komandi kappingarár.
Dysturin í tølum
Kyndil-Neistin 27-24 (13-10)
Málskjúttar:
Kyndil: Finnur Hansson 7(2), Jacob Jónsson 5, Høgni Klein 5, Janus Einar Sørensen 4, Hans Áki Dal-Christinansen 3, Ken Zachariasen 2, Leif Mikkelsen 1
Neistin: Morgan Knezevic 8, Áki Mørk 5, Helgi Justinussen 5(1), Ragnar Stakksund 3, Birgir Kass 2, Dann Thorleifsson 1
Brotskøst: Kyndil 2, Neistin 3
Útvísingar: Kyndil 5, Neistin 2
Dómarar úr Tjaldur: Hartvig Joensen & Trygvi Mortensen