TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við liðskiparan hjá EB/Streymi, Niels Paula B. Danielsen, aftaná 0-3 tapið hjá EB/Streymi á heimavølli við Margáir í Streymnesi í dag.
Niels Pauli heldur, at teir í EB/Streymi vóru væl við í løtum í dag, men tey bæði skjótu málini hjá HB til 2-0 og til 3-0 í seinna hálvleiki tóku luftina úr dystinum.
Niels Pauli staðfestir, at teir hava ikki mist mótið, og komandi umfar fara teir eftir trimum stigum, tá teir spæla ímóti TB við Stórá í Trongisvági.