- Teir kunnu heingja seg

Zimbabwiski forsetin, Robert Mugabe, heldur lítið um teir vesturlendsku leiðararnar, sum finnast at stýri hansara. Teir kunnu heingja seg, sigur hann.


-Hatta er tað vanliga tvætlið, sum vit hoyra úr Vesturheiminum. Teir finnast at stjórnini, tí hon roynir at forða fyri harðskapi og at revsa harðskapsmenninar. Teir kunnu heingja seg, segði Robert Mugabe á tíðindafundi í høvuðsstaðnum Harare.

Viðmerkingin frá zimbabwiska forsetanum hevði samband við tilburðin, tá andstøðuleiðarin Morgan Tsvangirai varð illa viðfarin í varðhaldinum hjá løgregluni seinasta vikuskiftið. ST, USA og ES hava hvassliga fordømt framferðina hjá løgregluni og hótta við víðfevndum tiltøkum ímóti stýrinum hjá Mugabe.

Beint undan tíðindafundinum hevði Mugabe hitt forsetan í Tanzania, Jakaya Kik, sum var komin at royna semju millum stýrið hjá Mugabe og andstøðuna, men orðalagið hjá Mugabe bar ikki boð um semju.

-Tað vóru mótstøðumenninir, sum byrjaðu harðskapin, men teir fáa ikki eina einastu atfinning úr Vesturheiminum. Vesturheimurin hevur alla tíðina stuðlað andstøðuni, og tí góðtaka vit ikki teirra atfinningar, segði Robert Mugabe. Hann legði tó afturat, at lond í Vesturheiminum eru vælkomin at veita Zimbabwe hjálp. Sambært hagtølunum liva 80 prosent av zimbabwiska fólkinum í fátækradømi.