Teir nýggju motorarnir fóru í luftina

Nógv hevur verið tosað og skrivað um løgnu avgerðina hjá BAR/Honda at steðga báðum bilunum, áðrenn teir komu á mál í Melbourne, soleiðis, at teir fingu møguleika at skifta motor áðrenn koyringina í Sepang.

Men meðan tey flestu liðini, sum brúktu sama motor sum seinastu koyring, komu á mál, vóru tað BAR/Honda bilarnir hjá Jenson Button og Anthony Davidson sum vóru fyrstir at fáa motorbrek eftir bert tvær umferðir.

Jenson Button var sera atfinningarsamur móti liðnum, og helt støðuna vera sera ónøktandi. Vanligi royndarkoyrarin Anthony Davidson, sum avloysti tann sjúka Takuma Sato, var sum vera man keddur av at hann bert slapp at koyra tvær umferðir í síni fyrstu koyring, men segði seg ikki vera illan.