Hvalirnir, sum merktir vórðu í Hvannasundi í seinastu viku, stevna móti Rockaal Sendararnir á hvalunum siga, hvussu hvalirnir eru staddir, og Náttúrugripasavnið ger hvønn dag eitt kort, sum sigur frá ferðini.
Hvalirnir vórðu merktir mikudagin, og longu fríggjadagin vórðu teir farnir langt í ein útsynning úr Føroyum.
Teir nærkaðust fyrrapartin Rockall. Um teir venda aftur til Føroya ella halda leiðina fram, fæst kanska at vita í morgin.
Kortið sæst á www.ngs.fo