Toftakaj: Eg hevði bara hug at royna okkurt annað!
Í egningarskúrinum hjá Beintu standa fýra mans og egna. Umframt Magnus sjálvan, so stendur bróðursonur hansara eisini har.
Og tað ger hann, hóast tað er týsmorgun og talan ikki er um nakra feriu frá skúlanum.
Støðan er einfalt hon, at Búi er farin í starvsvenjing hjá Magnusi í starvsvenjing sum egnari og útróðrarmaður.
Eg søkti hetta og fekk tað eisini, sigur Búi, sum er staddur mitt í einum stampi.
Hann hevur roynt áður at egna, og klárar hann vanliga at egna ein stamp eftir hálvumøðrum til tveir tímar.
Hug til sjógvin
Vanliga fara næmingar í t.d. starvsvenjing á skrivstovum, frisørsalongum og heilsølum.
Men Búi vildi tað øðrvísi. Hann hevði hug at royna sjólívið sum útróðrarmaður.
Ja, eg hevði faktiskt eisini havt hug at verðið útróðrarmaður, sigur hann.
Men áðrenn hann kemur so langt, er neyðugt at stamparnir eru egndir og klárir at flyta umborð á Beintu.
Tað arbeiðið byrjaðu teir longu uppá fyrsta dagin í starvsvenjingini, har hann eisini var við, tá teir keyptu agn.
Ígjár varð so hildið fram við tí sama. Og óhugsandi var ikki, at hann fór á sína fyrstu útróðrarferð í gjárkvøldið.
Tað er so í øllum førum ætlanin, svarar Magnus til.
Vánaligt veður
Nógvir dreingir hava egning sum eitt av ítrivum sínum í frítíðini. Og tað hevur Búi eisini.
Hann hevur egnt fleiri stampar, og brúkar vanliga niðanfyri tveir tímar uppá stampin.
Floksfelagar hansara eru í starvsvenjing á ymiskum støðum kring landið, m.a. eru fleiri innanfyri radio og elektrisitet.
Tá Búi segði teimum, at hann ætlaði sær í starvsvenjing hjá einum útróðrarbáti, - tá hildu teir lítið um tað.
Ja, teir søgdu bart út, at eg dummaði meg alvorliga.
Hví?! Jú, teir væntaðu at veðrið fór at vera so vánaligt!!, sigur Búi og brosar.
Av við sjóverkið
Starvsvenjingin hjá 9. flokki í Tofta skúla byrjaði mánadagin og verður hildið á hesa og komand vikuna.
Ymiskt er sjálvandi, hvat næmingarnir fara at fáa burturúr.
Men Búi hevur tó eina ætlan ella rættari sagt tvær ætlanir - við sínari starvsvenjing:
Eg ætli mær at sleppa av við sjóverkið.
Og so er tað eisini praktfult at sleppa undan at vera í skúlanum nakrar dagar!, sigur Búi og grínur.
Grein 2
Í lagi við 100 pundum uppá stampin
Magnus í Hjøllum á Toftum eigur útróðrarbátin Beinta. Árið í fjør royndist brúkiligt, og teir eru komnir hampiliga væl í gongd í ár.
Útróður
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Toftir: Tað er bítandi kalt her á havnalagnum á Toftum.
Vindurin følist nívandi kaldur, og tað er kavi og ælingur allatíðina. Hetta er ikki ein útidagur fyri sartar sálir, henda vetrardagin í gjár.
Her á havnalagnum standa fleiri skúrar, og inni í einum teirra tí uttasta er lív og virksemi. Og har er eisini heitt.
Inni í hesum egningarskúrinum standa nakrar mans og egna. Her er talan um tríggjar mans í ymiskum aldrum. Og um ein drong sum ikki er meiri enn 15 ára gamal.
Teir egna allir hjá Magnus í Hjøllum, sum eigur 29 fór Starlett-bátin "Beinta", sum er heimahoyrandi á Toftum.
Brúkiligt í 2005
Enn er nýggja árið bara fáar dagar gamalt, men um Magnus lýtur aftur á tað farna, so er hansara meting greið:
Tað var eitt brúkiligt ár, sigur hann.
Sjálvur stóð hann í heita egningarskúrinum og egndi ein stamp fyrapartin ígjár. Tað ræður um at hanga í, tá ein veruliga skal tosa um útróður.
Eins og hjá so mongum øðrum útróðrarmanni, ið hevur hetta sum sítt starv burtur, so er tað altíð ein spurningur, um og nær ein er nøgdur við úrslitið.
- Ein er sjálvandi ongatíð nøgdur, tí ein vil altíð hava eitt sindur aftrat!
Magnus er liðugur við henda eina stampin. Hann leggur lokið á og fer við honum inn í ta køldu goymsluna aftanfyri.
So er hesin ikki eftir. Nú er ein stampur minni at egna til túrin, sum væntandi skuldi verða sama kvøld t.v.s. í gjárkvøldið.
Teir royna at egna sum mest sjálvir, og hava tí ikki so nógv brúk fyri hjálp uttanífrá.
2300 pund
Enn veit eingin, hvat hetta nýggja árið fer at merkja fyri veður og útróður, men Magnus hevur kortini góðar vónir fyri árið.
Tað hevur ikki viðrað nakað serligt higartil í ár, men tá líkindi hava verið, hevur Magnus verið til útróðrar.
Vit hava verið tvær ferðir úti í ár. Vit hava sett 20 stampar í alt, og tað gav 2300 pund.
So tú skilir, at tað var ikki av tí grova, sigur hann.
Fyrrapartin í gjár riggaðu teir sum nevnt til at fara á triðja túrin í ár. Gekst sum ætlað løgdu teir frá landi í gjárkvøldið.
Vit vóna, at fáa ein stuttan túr í nátt, sigur Magnus.
Saman við sær hevur Magnus sonin og í løtuni ein ungan drong, Búa, sum eru í starvsvening hjá honum!
Melur runt
Beint hevur so verið tveir túrar higartil í ár, og hava teir fingið um 100 pund uppá stampin.
Um tað er nøktandi?! Tja, tað er so brúkiligt fiskarí. Fer tað ikki niður um 100 pund, so melur runt, sigur hann.
Nú teir egna so brúka teir makrel og høgguslokk. Tað plagar at roynast væl.
Onkutíð so egna vit eitt sindur av gággu uppí eisini. Tað er nokkso vanligt at blanda agnið.
Hetta er líkasum at fara í býin. Tú skal hava eitt sindur at velja ímillum!, sigur Magnus við einum brosi.