Tingfólk lata væl at áralagnum í samgonguni, men uttanífrá kann tykjast, sum áralagið til tíðir meiri líkist einum rómapískara.
Partvís eru samgongulimir argir um, at fíggjarlógin ikki er komin fyri tingið enn, og í dag staðfesti Gerhard Lognberg, at semja langt frá er fingin um fíggingar og raðfestingar av íløgunum.
Í gjár bar Kristina Háfoss eitt uppskot niðan í tingið um Skúlamiðdepil í Marknagili, men sambært Gerhardi Lognberg skal hon og restin av samgonguni ikki rokna við hansara atkvøðu soleiðis uttan víðari.
- Eg góðtaki undir ongum umstøðum at brúka 400 milliónir upp á eina skúlaætlan, uttan at fíggingin av Sandoyartunlinum er greið framman undan. Nú skal eingin misskilja meg, eg havi einki ímóti skúlum; teir skulu vit hava, og teir skulu vera góðir. Men tað ber ikki til bara at tveita eitt uppskot niðan í tingið fyri 400 milliónir, eg havi eina lóg um Sandoyartunnil, sum skal byrja í 2009, at halda meg til, og áðrenn tann fíggingin er fingin upp á pláss, atkvøði eg ikki fyri skúladeplinum, sigur Gerhard Lognberg.
Brestur
Hann slær sostatt fast, at áðrenn raðfestingin av íløgunum er fingin upp á pláss, og hann veit nakað ítøkiligt um fíggingina av Sandoyartunlinum, fær samgongan ikki hansara atkvøðu í málinum um Skúlamiðdepil í Marknagili.
- Vit hava eitt skip, sum er í ólagi í heilum, og hartil fer tað fast í dokk hvørja ferð summarið nærkast, so vit eru meiri ella minni uttan samband í einar tríggjar mánaðir, vísir Gerhard Lognberg á.
Sandoyartingmaðurin hevur alla tíðina verið sólaklárur í hesum málinum, og at hann ikki ætlar sær at vingla frameftir heldur, staðfesti hann fyri Sosialinum fyrrapartin í tinginum.
- Samgongan skal ikki rokna við, at eg trýsti á grøna knøttin, uttan at Sandoyartunnilin er fingin upp á pláss, sigur Gerhard Lognberg.
Hann heldur tað vera undarligt, at fólk eru á gosi um 600 milliónir til ein Sandoyartunnil, men at 400-500 milliónir til ein skúladepil ikki verða tiknar upp á tunguna. Men tað letur hann sær ikki lynda, og hann fer at standa fast við sítt.
- So tað kann saktast blíva ein brestur um hetta málið, men hann ætli eg mær at taka við stívum armi, sigur ein avgjørdur Gerhard Lognberg.