Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring

- Annar varð tikin í Eysturoy seint í gjárkvøldið og hin í Havn í nátt, sigur løgreglan.

 

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið tveir bilførarar, sum verða skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.

 

- Annar varð tikin í Eysturoy í gjárkvøldið klokkan 23.46, og hin í Havn í nátt klokkan 03.45.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í báðum førum er blóðroynd tikin, sum verður avgerandi fyri, hvør sektin verður.

 

- Tað var eitt sindur óróligt í náttarlívinum í nátt, men eingin skuldseting er reist um brot á skilhaldsreglur, legði løgreglan aftrat.

 

Tá løgreglan tosar um náttarlív, er oftast - men ikki altíð - talan um náttarlívið í høvuðsstaðnum.