Carmi Gillon hevur verið leiðari í ísraelsku fregnartænastuni, og hann stúrir fyri, hvat kann henda, nú tey jødisku niðursetufólkini skulu flytast úr Gaza-geiranum. Carmi Gillon sigur, at tað eru ikki tey nógvu túsund mótmælisfólkini, sum eru tann stóri vandsn, men heldur tey fáu, men sera víðgongdu á tí átrúnaðarliga høgravonginum, sum eru ein hóttan - ikki bara fyri Ísrael, men alt Miðeystur.
- Vit vita, hvørji tey eru. Vit hava nøvn teirra, og eg haldi, at vit áttu at sett tey í varðhald, júst sum vit gera við yvirgangsmenn ella fólk, sum kunnu finna upp á at fremja yvirgang. Í mínum eygum er eingin munur á teimum og islamskum yvirgangsmonnum, og vit kunnu við góðari samvitsku seta tey í varðhald fyri at verja demopkratiið, sigur Carmi Gillon við Politiken.
Teir víðgongdu jødarnir stava frá felagsskapinum Jewish Defence League, hvørs leiðari, rabbinarin Meir Kahane, flutti úr USA til Ísraels. Har eydnaðist tað honum at verða valdur í Knesset, men seinni tók tingið órinið frá honum og bannaði flokki hansara. Hann er eisini dødmur fyri rasismu.
Carmi Gillon vísir á, at í apríl í 1982 tóku umleið 40 víðgongdir jødar eitt hotell í einari jødiskari niðursetubygd í Sinai, sum tá var undir ísraelskum eftirliti. Teir hóttu við at fremja sjálvmorð fyri at mótmæla, at Ísrael hevði játtaðat lata egyptar fáa Sinai aftur.
- Tá máttu vvit í fregnartænastuni gjalda ferðaseðilin hjá leiðara teirra, sum hann kundi koma úr USA at tosa teir til sættis. Ein av teimum, sum hersettu hotellið, var Baruch Goldstein, sum tólv ár seinni myrdi ein hóp av palestinum í Hebron.
Carmi Gillon sigur, at tað eru tær somu kreftirnar, sum gera vart við seg, nú niðursetufólkini skulu flytast úr Gazageiranum, og hann stúrir fyri, hvat kann henda.
- Hjá teimum er tað ikki nóg mikið at ganga mótmælisgongu. Vit vita, at teir hava fyrr havt ætlanir um at spreingja al-Aqsa moskuna í Jerusalem í luftina. Gera teir tað, er vandi fyri einari veruligari kreppu í Miðeystri, sigur fyrrverandi ovastin í ísraelsku fregnartænastuni, sum fyri nøkrum árum síðani var ísraelskur sendiharri í Danmark.