Teir vóru tað betur

Tað var niðurstøðan hjá føroyska liðskiparanum, Óla Johannesen, eftir ósigurin fyri Ísrael.

Fótbóltsprát

Óli helt eftir dystin, at 2-0 sigurin hjá ísraelum var í lagi
- Eg haldi, at tað var í lagi, tí vit vóru ikki góðir nokk í seinna hálvleiki. Fyrri hálvleikur var annars útmerkaður frá okkara síðu, har teir høvdu onkrar møguleikar, men vit vóru væl við. Í seinna hálvleiki vóru teir omaná, segði Óli Johannesen.
Komu teir ov lætt til møguleikarnar?
- Ja, tað haldi eg. Tað var ov lætt hjá teimum at fáa hasi bæði málini. Eg veit ikki eingang, hvussu tey komu, segði liðskiparin.
Men hvussu í hinum endanum?
- Eg haldi, at vit vóru líka við og næstan, og heldur ikki nóg skarpir.Vit fáa ikki skotið teir ordiliga inn og fáa ikki, haldi eg, ein ordiligan 100 prosents møguleika, helt Óli Johannesen eftir dystin.
Liðskiparin helt ikki, at føroyska liðið var ov verjukent í sínum útgangsstøði, tí ísraelar hava eitt sera sterkt lið, sum enn ikki hevur tapt í bólkaspælinum, og sum vísti, hvussu vandamiklir teir eru í kontraspælinum, tá ið føroyingar høvdu hug at fara ov langt fram.
Nú spældi tú landsdyst nummar 75 í dag. Hvussu nógvir verða tað afturat?
- Tað veit eg einki um. Tað havi eg ikki tikið støðu til, men so leingi man verður úttikin, verður man helst við, so tað veit eg ikki, sigur liðskiparin, sum sigur seg ongar ætlanir hava um at gevast á landsliðnum.