"Ungt virki" er eitt tiltak, sum allir FHS næmingar hava møguleika at luttaka í. Tiltakið snýr seg um, at nakrir næmingar hava eitt virki saman, og skulu so framleiða eina vøru. Síðani verður ein vinnari í Føroyum funnin, sum síðani skal til Danmarkar at kappast móti øðrum líknandi "virkum"
Heini í Skorini
"Ungt virki" er ein vallærugrein, sum ein og hvør FHS næmingur hevur møguleika at velja. Teir næmingar sum so velja lærugreinina "ungt virki", skulu vera í einum bólki, sum skal virka sum eitt vanligt virki, og framleiða eina ella aðra vøru. Í ár hava fýra bólkar kappast, og vinnarin er eisini funnin.
Sjúrður Olsen, Kjarstein S. Danielsen, Andrass Thomsen og Agnar Jógvansson standa fyri tí virkið, sum vann hesaferð. Teir hava givið eitt yrkingasavn út, við ikki minni enn 49 yrkingum, og harafturat eru eisini tvær stuttsøgur. Vit hittu teir í einum fríkorterið úti á Handilsskúlanum í Havn.
Kunnu tit siga eitt sindur um, hvat tiltakið "ungt virki" er fyri nakað?
"Ungt virki" er ein vællærugrein, sum ein og hvør FHS næmingur kann velja. Tað eru fleiri vallærugreinar, og "ungt virki" er so ein av teimum. Tríggjar tímar um vikuna verður arbeitt við hesi lærugrein. Vit gera eitt virki, har man skal framleiða eina vøru, og tað fungerar akkurát sum eitt veruligt virki. Hvørja vøru man velur at framleiða, er heilt upp til ein sjálvan, og so skal man eisini registrerast hjá "Toll og Skattstovu Føroya". Í prinsippinum er tað júst tað sama sum eitt veruligt virki. "Ungt virki" er ikki eitt tiltak, sum føroyingar hava byrjað, men tað er eitt altjóða tiltak, sum fleiri lond eru við í.
Hvussu leingi hava tit arbeitt við hesum virkinum?
Frá seinast í September og til nú tá vit vunnu. Tað hevur sum sagt verið í hvussu so er tríggjar tímar um vikuna, at arbeitt hevur verið við hesum, men ofta hava vit sitið aftaná skúlatíð, og onkuntíð eisini heilar dagar. Vit høvdu eisini tvær vikur, har vit bara arbeiddu við hesum.
Teir leggja afturat, at tað hóast alt ikki er so tíðarkrevjandi, sum teir hildu at tað fór at vera.
Tá vit koma inn á tey fíggjarligu viðurskiftini, siga teir, at útgávan av bókini kostaði sera nógv, men at teir ikki hava goldið nakað úr egnum lumma.
-Vit hava fingið sponsorar, og teir hava so goldið tað, sum gjaldast skal.
Hava tit lært nógv av hesum?
Ja, avgjørt. Vit hava lært nógv um hvussu tað er at arbeiða í einum bólki. Vit hava býtt uppgávurnar ímillum okkum soleiðis, at vit hava gjørt tað sum vit duga best. Teir leggja afturat, at Sjúrður Olsen er stjóri í virkinum, Kjarstein S. Danielsen er roknskaparleiðari, Andrass Thomsen er sølustjóri, og Agnar Jógvansson er skrivari.
Spurdir, um tað ikki hevði verið nógv lættari bara at havt vanligari skúlagongd, siga teir, at tað halda teir ikki. Teir eru allir á einum máli um, at hetta hevur verið nógv stuttligari enn vanlig skúlagongd.
Tit hava givið eitt yrkingasavn út. Hví valdu tit júst hesa vøruna?
Ja, vit funnu bara uppá tað. Eg haldi at tað kom burtur úr ongum. Teir leggja flennandi afturat, at onkuntíð hevur verið ósemja og samráðingarslit, sum teir kalla tað. men hóast alt hevur tað ongantíð verið so álvarsamt.
-Vit eru fýra persónar við fýra ymiskum áskoðanum, og onkuntíð hava vit eisini provokera hvønn annan eitt sindur, siga teir flennandi.
Teir hava kappast við fýra aðrar ymiskar bólkar, og tey hava eisini framleitt ymiskt. Ein bólkur gjørdi eitt telduskeið, nøkur gjørdu upptrekkjarar o.s.fr.
Kunnu tit nýta hetta til nakað í framtíðini?
Vit fáa prógv uppá at vit hava vunnið, tí hetta er altjóða góðkent. Um vit søkja víðari at fáa lærupláss ella arbeiði, so kunnu vit leggja hetta fram sum prógv uppá, at vit hava roynt at verið í einum virki. So tað, at vit hava roynt hetta, skuldi givið okkum betri møguleikar í framtíðini.
27. apríl skulu teir so eisini niður til Danmarkar, har teir skulu kappast við onnur virkir, sum eisini hava framleitt ymiskar vørur, og ferðin fer at vara í fýra dagar. Har skulu teir kappast ímóti uml. 180 øðrum virkum, og teir siga, at í fjør kom virkið úr Føroyum, sum framleiddi eina barnafløgu, á eitt flott triðja pláss. So teir hava nakað at liva upp til, og eru eisini sera bjartskygdir.
Teir mæla eisini heilt víst øðrum til, sum ætla sær út á FHS, at velja lærugreinina "ungt virki", tí tað er sera spennandi og læruríkt.
Teir hava sum sagt givið út eina bók við 49 yrkingum og tveimum stuttsøgum, og 15 yrkjarar hava yrkt til yrkingasavnið.
Hvør hevur so yrkt?
Vit settu eina lýsing í bløðini og bóðu fólk yrkja, og síðani at senda yrkingina til okkum. Í byrjanini kom einki, sum vit eisini væntaðu. Men so kom heilt óvænta yrkingar í hópatalið til okkum. Ikki minni enn 200 yrkingar komu, so vit noyddust at velja og vrakað sum best bar til. Teir leggja afturat, at teir fóru ikki at leita eftir profesionellari hjálp, fyri at vita hvør yrking skuldi í, og hvat skuldi vrakast, men tað gjørdu teir sjálvir.
Spurdir, um teir hava nakað skil fyri, hvat ein góð yrking er, siga teir, at teir pilkaðu burturúr eftir "smag og behag".
-Men vit hava roynt at tikið so ymisk evnir sum tilber í yrkingasavninum, so tað verður ein breidd í okkara yrkingasavnið.
Yrkingasavnið hjá teimum eitur "Tavar". Tá eg so spyrji teir, hví tað eitur "Tavar", er svarið, at sagnorðið at tava merkir at stríðast ella at bróta ígjøgnum, og tað meta teir at teir hava gjørt, leggja teir flennandi afturat.
Tá vit so koma inn á framtíðina hjá hesum virki, siga teir, at teir hava eina ætlan um at halda á, hóast skúlin krevur, at virkið skal avtakast.
So eitt nýtt yrkingasavn kemur út skjótt?
Kanska, kanska ikki, siga teir smílandi.
Teir hava eisini eina heimasíðu inni á internetinum, sum er www.clik.to/tavar, og har er so møguleiki at ogna sær bókina ella yrkingasavnið sum kostar 90 kr. Teir hava gjørt 300 eintøk, og longu selt umleið helvtina. Peningin býta teir ímillum sín.
Vit onnur bíða spent eftir næsta yrkingasavnið teirra (haha), og ynskja teimum góða eydnu í Danmark. Vit vóna, at teir fáa eitt gott og heiðurligt úrslit.