Teis og liðfelagarnir flyta ikki upp í bestu deildina

Aarhus tapti triðja uppflytingardystin móti Skive

Liðið sum Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh hava spælt við undanfarna kappingarár, Aarhus flytur ikki upp í bestu donsku hondbóltsdeildina.

 

Í kvøld tapti Aarhus í triðja uppflytingardystinum á heimavølli móti Skive 32-34. Aarhus var annars á odda 18-16 í steðginum.

 

Tað merkir, at Skive vinnur uppgerðirnar samanlagt 2-1, og hevur vunnið rættin at spæla móti næstaftasta liðnum í bestu deildini.

 

Teis fer nú at hugsavna seg um sera týðandi EM-undankappingardystirnar móti Kosovo á útivølli 8. mai, og móti Ukraina á heimavølli 11. mai.