Teis var stórskjútti hjá Tønder í kvøld - Leivur og Odder taptu

Teis Horn Rasmussen og Sjúrður Olsen vunnu føroyingauppgerðina móti Brandi Halgirssyni í kvøld

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld millum Brandur Halgirsson og Ajax, og Teis Horn Rasmussen, Sjúrður Olsen og Tønder.

 

Tønder vann dystin 35-33. Teis Horn Rasmussen skoraði ikki færri enn 10 mál fyri Tønder í kvøld. Sjúrður Olsen fekk eitt mál fyri Tønder.

 

Í steðginum var Tønder á odda 19-14. Í seinna hálvleiki var Ajax betri við. Tá 46 minuttir vóru farnir var støðan 25-23 til Tønder, men so dróg Tønder frá aftur og kom uppá 29-24 og 33-28. Tønder var á odda 35-31 tá ein minuttir var eftir, og tað skalaði ikki sigurin, at Ajax pyntaði um við tveimum málum.

 

Um átta dagar verður føroyingauppgerð í Tønder millum Tønder og liðið hjá Róa Berg Hansen, HØJ.

 

Leivur Mortensen skoraði í kvøld tvey mál fyri Odder, ið tapti 28-33 fyri Midtjyllandi á útivølli. Midtjylland var á odda 18-12 í steðginum. 

 

Leygardagin 16. oktober spælir Odder á heimavølli móti Grindsted.

 

NummarLIÐDystirStig
1HC Midtjylland610
2Team Sydhavsøerne58
3IK Skovbakken58
4HØJ 58
5TM Tønder 67
6Odder 66
7Grindsted 56
8Ajax 64
9HC Odense54
10Otterup HK53
11Roskilde 53
12Vendsyssel53
13HEI Skæring52
14FIF52