Teistin avlýsir næstu túrarnar

Strandferðslan boðar nú frá, at tveir teir næstu túrarnir hjá Teistanum, av Gomlurætt klokkan 15.50 og úr Skopun klokkan 16.35, ikki sigldir.

 

Fólk eru framvegis í ferð við at kanna brekið, sum gjørdi, at Teistin stutt áðrenn klokkan tólv misti framdriftina í Skopunarfirði. Enn hevur Strandferðslan ikki boðað frá, um Ternan verður sett í sigling um Skopunarfjørð. Fyri løtu síðani segði hann við Kringvarpið, at tað heldur ikki var vist, um veðrið loyvdi at seta Ternuna í sigling um Skopunarfjørð.

 

Fyribils eru so tveir teir næstu túrarnir hjá Teistanum avlýstir.