Illveðrið hevur rakt syðru oyggjarnar og otar seg spakuliga norður eftir, og fyri løtu síðani boðaðu Strandfararskip Landsins frá, at Teistin avlýsir seinastu túrarnar í kvøld, tað vil siga túrin av Skopun klokkan 22.30 og av Gomlurætt klokkan 23.05.
Nógvur vindur er sunnanfyri í løtuni. Vindmátarin hjá Landsverk á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum boðar frá kolandi stormi og upp í 39,8 m/s í hvirlunum, meðan í Brekkuni Stóru sigur vindmátarin hjá Landsverk, at har er hvassur stormur og heilt upp í 40,1 m/s í hvirlunum.
Í Hvalba, á Porkerishálsi og á Glyvursnesi er skrið og upp í ávikavist 35,5, 29,6 og 26,2 m/s í hvirlunum, meðan tað á Krambatanga er andøvsgul, men upp í 39,1 m/s í hvirlunum.
Í Skopunar Havn er stívt andøvsgul og upp í 26,2 m/s, meðan tað við Velbastaðsháls er hvassur vindur og upp í 27,2 m/s í hvirlunum.