Teistin royndarsiglir á Nólsoyar- og Kalsoyarleiðini

Strandferðslan fer í komandi viku at royndarsigla Teistan á Kalsoyar- og Nólsoyarleiðunum.

Endamálið er at meta um, hvussu skipið tekur seg út á farleiðunum og atløgunum í mun til stødd, manøvru og rampur. 

Royndarsiglingin á Nólsoyarleiðini verður mánadagin 20. november og á Kalsoyarleiðini týsdagin 21. november. Veðurforsagnirnar síggja sum er gott út. 

Hesar báðar dagarnar verða flytingar gjørdar á farleiðunum, ið verða ávirkaðar.

 

Ternan fer á Sandoyarleiðina fyri Teistan onkran túr, Sam fer á Nólsoyarleiðina fyri Ternuna, og Jósup fer á Hestleiðina.

 

Orsøkin til royndarsiglingina er, at Strandferðslan mælir til at royna, um Teistin møguliga kann brúkast á aðrari farleið enn Sandoyarleiðini.

 

Teistin stendur á sølulista á fíggjarlógini, men skipið er rættiliga nýtt í mun til hini skipini hjá Strandferðsluni. Hann varð liðugt bygdur á Mest í 2001. Fyri tíggju árum síðani bleiv orkuverkið umborð skift út.

 

Kunning um broytingarnar verða at síggja á gula breddanum á www.ssl.fo og umvegis sms-skipanina.