Teit droymir enn um yrkisfótbólt

Teit Jacobsen er fegin um at vera aftur í HB, men hann er ikki liðugur at droyma

HB kunngjørdi í farnu viku, at Teit Jacobsen er komin aftur til barndómsfelagið, eftir eitt skifti í danska Sønderjyske. Tíðin var nógv merkt av skaðum og kviki vongurin er nú aftur í Føroyum, men hann hevur ikki uppgivið dreymin um yrkisfótbólt.

– Eg eri ikki liðugur at droyma um yrkisfótbólt. Vónin er sjálvandi at eg sleppi avstað aftur, men beint nú snýr tað seg um at eg komi fyri meg, og spæli hetta kappingarárið. So fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur. Og tað er sjálvsagt fantastiskt at eg kann sleppa at gera tað í HB, sigur Teit Jacobsen í samrøðu við heimasíðuna hjá HB.

Í samrøðuni sigur Teit Jacobsen eisini, at hann er í løtuni er skaddur, men um alt vil væl, so kann hann spæla um mánaðarskiftið mars-apríl. Hann sigur eisini í samrøðuni, at hann er til reiðar at spæla har, sum venjarin heldur at hann passar best inn.

HB hevði í gjár aðalfund, har felagið kunngjørt eitt yvirskot á 400 túsund krónur í yvirskot, umframt at Tormóður Stórá er nýggjur formaður, nú Kaj Leo H. Johannesen leggur frá sær.