Teitur í Belgia og Týsklandi

Eftir konsertferð í Danmark skal Teitur Lassen nú hava konsertir í Belgia og Týsklandi.

 

Teitur spælir í Brússel fríggjakvøldið og í Gent leygarkvøldið. Síðani gongur leiðin til Týsklands, har Teitur hevur konsert í Berlin næsta mánakvøld og í Køln týskvøldið.

 

Teitur Lassen hevur júst verið á konsertferð í Danmark, og í gjárkvøldið hevði hann framførslu í spanska høvuðsstaðnum Madrid.