Mánakvøldið kl. 18 var almenna móttøkan í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni hjá Teitur Stay Under The Stars á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn. Men tað gjørdist skjótt greitt, at Bryggjan er ov lítil til Teitur. Hesi snotiligu milliónaupphæddar hølini er einans trygdargóðkend til tiltøk, har 250 fólk eru inni í senn. Harafturat er matstovan Noma í somu síðu av bygninginum, og tey 130 plássini, ið rúmast inni í henni eru altíð í nýtslu. Hetta ger í botn og grund hølini óbrúkilig til næstan øll tiltøk ið hava eitt sindur breiðan málbólk.og Teitur var nógv størri enn Bryggjan, ið einans hevði rúm fyri 120 av hansara gestum.
Góður vertur
Sum tann góði verturin hann er, vildi Teitur ikki skuffa gestir sínar, og flutti tí alla samkomuna út á sjálva Bryggjuna. Tað gjørdist tí bert til ein góðan hálvan tíma av small talk og reseptión á ovastu hædd á Bryggjuni, áðrenn Teitur spældi nýggju stakfløguna Louis Louis, og síðan bað hjálparfólkini um at bera ljóðannlegg, øl og fløgur út á Bryggjuna.
Spontan útikonsert
Uttanfyri í dýrdarveðrinum fortaldi Teitur søgur og spældi tónleik í yvir ein tíma. Eitt slag av spontanari og ókeypis útikonsert. Vinmaðurin og fiólleikarin Andreas Birch var komin til móttøkuna og spældi nøkur løg saman við honum, ein fantastisk løta, ið vísti, at Teitur er ein alt ov stórur fiskur at kroysta niður í okkara dunnuhyl.
Ferðast víða um
Í morgun luttók Teitur í beinleiðis sending í donskum sjónvarpi, áðrenn hann fleyg til Paris, har hann spælir í kvøld. Hann fer síðan til Belgia, har hann spælir fríggjakvøldið, síðan gongur leiðin til Svøríkis, áðrenn hann aftur fer undir sína konsertferð í Danmark.