Optimistisk og kensluborin, eru millum orðini, sum longu eru knýtt at fløguni hjá Teiti Lassen, ið bert hevur verið á marknaðinum í fáar tímar. 22. juli gav Universal Records »Poetry and Aeroplanes« út í USA. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu hon verður móttikin, men longu nú hevur okkurt rósandi ummæli verið at sæð.
Tónleikatíðarritið Slant Magazine er ikki pírið við stjørnunum til unga nýlingin úr Føroyum. Teitur fær fimm stjørnur av seks møguligum frá ummælaranum Sal Cinquemani, sum skrivar fyri blaðið.
? Borið av kenslum, væl ljóðblandað og hegnisliga søtað við skuggum av optimismu, spælir fyrsta solofløgan hjá Teiti Lassen sum eitt ljódligt postkort frá einum fjakkandi listamanni, sigur hann.
Sorgblítt huglag
Blaðið hevur fingið fløguna frammanundan til ummælis og hevur sína greiðu fatan av, at talan er um góðsku. Farið verður ígjøgnum fleiri av løgunum, og tú situr eftir við kensluni, at tú átti at keypt fløguna sum skjótast.
? Hóast sangir sum »Sleeping with lights on«, ið byrjar ta annars akkustisku fløguna við villleiðandi hip-hop rútmum, eru ljósir og fangandi, so liggur eitt sorgblítt huglag undir allan vegin, skrivar Slant Magazine, sum sigur fløguna vera fulla av løtumyndum av longslinum hjá Teiti.
Blaðið samanber røddina hjá Teiti við hana hjá Jeff Buckley, eina av mongu fyrimyndunum. Víst verður eisini til, at íblástrarkeldurnar hjá Teiti munnu vera Suzanne Vega og James Taylor.
Framleiðslan av fløguni, sum Rupert Hine hevur staðið fyri, er sevjumikil og fruktagóð, sigur Slant, men uppaftur týdningarmiklari er nærleikin í ljóðmyndini. Upprunin hjá Teiti, sum blaðið sigur koma úr donsku oyggjunum Føroyum, fær eisini nøkur orð við á vegnum, og blaðið heldur, at fløgan er gjørd, meðan Teitur hevur havt hjartasorg.
Hvussu er og ikki. Teitur er farin á flog við fløguni »Poetry & Aeroplanes«, og næstu dagarnir, vikurnar og mánaðirnir fara at vísa, hvussu fløgan verður móttikin; um hon eisini selur.
Føroyar sum drøgg
Í sambandi við útgávuna hevur Teitur úr at gera við konsertum og sonevndum »promotions«. Hann noyðist at vera burtur eina tíð, og fær eitt nú ikki heilsað upp á vinmenninar á ólavsøku, sum hann hevur havt fyri vana. Tað viðførir eisini meira av tí longsli, sum fløgan er so full av.
Á heimasíðuni hjá tónleikastøðini VH1 er ein fesk samrøða við Teit. Sagt verður, at tað hoyrist á fløguni, at Teitur er langt heimanífrá og fløgan er fyri øll, sum hava følt, hvussu tað er at vera fremmandur í einum fremmandum landi, langt burturi frá teimum, sum tú elskar.
Spurdur, hvat hann saknar mest úr Føroyum, tá hann er burturi, svarar Teitur nakað soleiðis:
? Umhvørvið og luftina, sum tú andar í teg. Eg sakni mest vinfólkini. Tú venur teg við ymisk veðurløg og onnur fólk. Men eg kenna tað, sum eg havi heimstaðin undir húðini. Eg má vera har, og eg má koma aftur. Tað er sum drøgg, sigur Teitur Lassen.
Hann verður eisini spurdur, hvat tað løgnasta er, hann hevur sæð í USA.
? New York var ein skelkur. Tá eg kom til New York varð eg tikin á bóli. Alt her er bygt. Líkamikið, hvar eg eri (í Føroyum, blðm.), so síggi eg altíð havsbrúnna. Tú sært altíð havið og ert í náttúruni, men her ert tú í sivilisatiónini. Tað er ein stórur munur á tí, sum eg komi frá, greiðir hann frá.
Hóast hann kanska leingist, so er hann kortini ikki púra einsamallur »over there«, tí við sær á konsertferðini hevur hann vinmannin og ljóðmannin úr Føroyum, Jónas Bloch Danielsen. Í samrøðuni avdúkar hann, at Jónas helst er tann síðsti, sum hevur fingið eitt klemm frá Teiti. Og so avdúkar hann forrestin eisini, at Thierry Henri er hansara yndisfótbóltspælari. Sig so tað.
POETRY & AEROPLANES
01. Sleeping With The Lights On
02. I Was Just Thinking
03. Youre The Ocean
04. Poetry and Aeroplanes
05. Josephine
06. One And Only
07. Rough Around The Edges
08. Let's Go Dancing
09. Amandas Dream
10. Shade Of A Shadow
11. To Meet You