Teitur Joensen, sum skoraði eitt mál í 18-29 (12-8) stórtapinum ímóti VÍF í tí sera avgerandi dystinum í FTZ-deildini, sum var í Kollafirði í kvøld er sera harmur. Eitt skiftið í fyrra hálvleiki var KÍF á odda 12-6. Frá hesi løtu tapti KÍF dystin 6-21, og kollfirðingar høvdu eina sera langa løtu í dystinum, har teir einki mál fingu.
H71 og VÍF hava nú 31 stig. VÍF dettur niður á 30 stig um "spøkilismál-dysturin" ímóti Neistanum skal spælast umaftur. KÍF hevur 27 stig, og tá VÍF og KÍF hava bert tveir dystir eftir - um "spøkilsismál-dysturin ikki skal spælast umaftur - so kann fyribils staðfestast, at kollfirðingar eru ikki partur av FM-finalustríðnum longur. VÍF er eisini betur innanhýsis í dystunum ímóti KÍF hetta kappingarárið.
Teitur Joensen viðurkennir, at VÍF spældi væl, og vann ein fult uppibornan dyst, og hann viðurkennir, at KÍF dumpaði í seinna hálvleiki aftaná at hava spælt ein góðan fyrra hálvleik.
Men Teitur Joensen er firtin. Ikki um uppiborna sigurin hjá VÍF, men um eitt Time Out, sum VÍF tók tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum, tá VÍF var á odda við níggju málum. Fyri Teit Joensen kendist tað niðrandi, at VÍF við einum greiðum sigri í hondini tók eitt Time Out.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Teitur Joensen hevði at siga við Trónd Arge á Rás2 í beinleiðis samrøðu á Rás2.
Hevur Teitur Joensen rætt? Var tað skeivt av VÍF at taka Time Out, tá teir høvdu ein tryggan sigur í hondunum í dystinum í Kollafirði í kvøld? Sigið tykkara meining undir greinini her.