Teitur og Ári sita yvir

Landsliðið: Sjúka og snuddir gera at Teitur M. Gestsson og Ári M. Jónsson sita yvir í morgin

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Í morgin skal føroyska landsliðið spæla venjingarlandsdyst móti Liktinstein í Spania. Føroyska liðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum og tað eru nøkur ivamál.

 

Teitur M. Gestsson var ikki tøkur til dystin móti Gibraltar, og hann verður heldur ikki tøkur til dystin í morgin. Málverjin hjá HB hevði fyrst ein skaða í tjúkkanum, og nú ger sjúka eisini um seg.

 

Ári Mohr Jónsson hevur verið skaddur í longri tíð, men fekk sínar fyrstu minuttir fyri HB undan landsliðsúttøkuni. Tað var nokk til at hann slapp við, men tað avmarkað hvussu nógv hann klárar at venja við. Landsliðsvenjarin hyggur burtur frá Ára M. Jónsson til dystin í morgin.

 

Sonni Ragnar Nattestad hevur okkurt í rygginum at dragast, og Daniel Johansen mátti gevast fyri tíð í dag, eftir at hann fekk eitt spark í skinnabeini. Vinstri bakkurin hjá HB letur tó væl at og væntar at verða tøkur.

 

Klæmint A. Olsen sat eisini yvir ein part av venjingini í dag, tí hann hevur verið nakað heitur í nátt. Hann luttók í seinnu hálvu av venjingini og letur væl at. So er spurningurin, um landsliðiðsvenjarin velur rituvíkingin frá byrjan?

 

Føroyar spæla móti Liktinstein í morgin klokkan 16. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)