Teitur og Gentukórið hjá Danmarks Radio hava konsert

Gentukóri hjá Danmarks Radi, DR PigeKoret, fer í heyst á konsertferð í Føroyum, har tær fara at syngja saman við Teiti Lassen og syngja verk av Sunleifi Rasmussen, »Jordpigernes drøm« sum byggir á tekstir hjá Willami Heinesen. Hetta verkið fer at seta sín serliga dám á framførsluna, sum verður í Konserthuset, Studie 2, hósdagin 3. november klokkan 19:30.

 

DR PigeKoret hevur fyrr framført saman við Teiti og fer til hetta høvið at víðka reertoire.