Teitur og KT Tunstall lata SPOT-festivalin upp

Í kvøld byrjar SPOT festivalurin í Århus. Tríggir føroyskir bólkar eru á skránni í ár: Teitur, Orka og Budam. Í kvøld byrjar SPOT festivalurin í Århus. Og tað er eingin minni enn Teitur, sum saman við heimskendu KT Tunstall kemur at spæla til upplatingarkonsertina kl 19.00 í kvøld á Bispetorv.

 

Tríggir føroyskir bólkar eru á skránni í ár: Teitur, Orka og Budam. Teitur spælir saman við KT Tunstall og Orka spælir saman við Ben Osborne. Tað er ROSA (Dansk Rock Samråd) sum í samstarvi við m.a. donsku Music Export skrivstovuna (MXD), skipar fyri Spot.

 

Fleiri bólkar úr Føroyum hava áður spælt á Spot og m.a. var tað á Spot, at Teitur á sinni fekk samband við sín núverandi umboðsmann.

Spot er ein tónleikavinnufestivalur, har tónleikavinnan hittist og netverkar. Festivalurin er sostatt eitt upplagt stað at knýta sambond, gera avtalur, marknaðarføra sín tónleik ella fremja beinleiðis sølu.

 

Úr Føroyum luttaka eisini eitt nú umboð fyri G! Festival, Tutl og Uttanríkisráðið. Tað eru fleiri og fleiri bólkar og vinnufólk úr føroysku tónleikavinnuni, sum gera sær royndir uttan fyri landoddarnar. Bæði G! Festival og TUTL hava í fleiri ár verið umboðað á fleiri av týðandi vinnufestivalunum og almennu Føroyar hava umvegis Uttanríkisráðið og fyrr SAMVIT samstarvað við eitt nú MXD, Rosa, MX-Ísland og fleiri í samband við átøk og luttøkur á tónleikavinnu festivalum.

 

TEITUR/KT TUNSTALL

Hósdag 26. Mai 19.00 @ BlueSPOT Bispetorvet .

BUDAM

Fríggjadag 27. Mai 19.00 @ ArcHauz

ORKA / Ben Osborne´s Noise of Art with The People Pile and Dec Shoes [GB]

Leygardag 28. Mai 23.40 @ Ridehuset