Í samband við 500 ára hátíðarhaldi fyri trúbótina, sum var í Christiansborg í gjár. Margretha, drotning, helt røðu og eftir røðuna sang Teitur Lassen nakrar sálmar á hátíðarhaldinum.
- Eitt inniligt og rørandi innslag, ikki minst síðsti sálmurin, sum endar á føroyskum, skrivar Kinna Poulsen á Listaportalinum, sum samanber sangstílin við eina náttarvísu fyri børnunum.
- Har verður andað og hugsað millum orðini og yvirhøvur verður dentur lagdur meira á ta einføldu og inniligu frásøgnina í sálminum heldur enn á klassiskar sangteknikkir. , skrivar hon.
Framførslan hjá Teiti liggur á heimasíðuni hjá sjónvarpsrás Fólkatingsins. Hon byrjar, tá 40 minuttir eru farnir av brotinum, beint eftir taluna hjá drotningini.
Trýst her fyri at síggja sjónbandabrotið.