Teitur spælir í Europa

Eftir nógvar framførslur í USA seinastu vikurnar, er Teitur Lassen nú komin til Europa at spæla. Hann skal fyrst og fremst spæla í Norðurlondum, men hevur eisini onkrar framførslur í Hollandi

Eyðun Klakstein
??????????????


Teitur Lassen spældi í gjárkvøldið í Aalborg, og tað er ein av fleiri framførslum, sum hann komandi vikurnar skal hava í Norðurlondum. Í kvøld spælir Teitur í Horsens, og síðani koma konsertir í Århus og Keypmannahavn.
Teitur skal komandi vikurnar eisini spæla í Malmø, Oslo, Bergen, Gøteborg og í Rødovre, har hann fyrr í ár vann árligu tónleikavirðislønina.
Teitur skal í døgunum frá 9. til 11. mars hava tríggjar konsertir í Hollandi. Hann spælir í Amsterdam, Rotterdam og í Tilburg.
Síðani standa Kanada, Ongland og USA aftur á skránni, og serliga í USA verður nógv gjørt við at lata Teitur spæla sínar sangir. Frá flaggdegnum og ein mánað fram skal Teitur hava 16 framførslur ymstastaðni í USA ? alt frá Los Angeles til Chicago og New York.
Teitur var herfyri við í tónleikasendingini hjá CNN International, sum sæst av einum stórum milliónatali kring allan heimin. Slíkt er við til at seta ferð á yrkisleiðina hjá Teiti sum tónleikara.