Teitur tilnevndur tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins

Teitur Lassen er tilnevndur stóru norðurlendsku tónleikavirðislønina.

Hann er føroyska íkastið, sum skal kappast við umboðum úr øllum hinum Norðurlondum um virðislønina.

 

13 einstaklingar og bólkar eru tilnevnd Nordisk Råds musikpris 2023. Tey umboða ein breiðan geira frá klassiskum tónleiki, jazzi og fólkatóneliki til nútíðar listat´nleik og eksperimenterandi rokk og poææ. Vinnarin verður kunngjørdur 31. oktober í Oslo.

 

Millum tey tilnevndu finna vit bæði tónasmiðir og sangskrivarar, solistar, fólkatónleikarar og tónleikabólkar eins og ein kantelespælara, ein pianist og eitt orkestur. Talan er um altjóða størnur, tónlistaliar magikarar og avantgardisar, sterkar røddir og kreativ, serliga musikals talent eins og etablerað listafólk, sum hava verið virkin í mong ár, skrivar Norðurlandaráðið í tíðindaskrivi.

 

Talan er um eitt sterkt toymi av tilnevndum úr øllum Norðurlondum. Tónlistavirðislønin skal vekja uppmerksemi um skapan og framførslu av tónleiki á høgum listarligum støði.

 

##med##

 

Tey tilnevndu eru: 

 

Danmark

 

Anja Jacobsen

 

Peter Uhrbrand

 

Finnland

 

Maija Kauhanen

 

Petri Kumela

 

Føroyar

 

Teitur

 

Grønland

 

SIGU

 

Ísland

 

Elfa Rún Kristinsdóttir

 

Sigur Rós

 

Noreg

 

Berit Opheim

 

Håvard Gimse

 

Svøríki

 

Johan Lindström

 

Norrbotten Neo

 

Áland

 

Whatclub

 

Tað eru limur í dómsnevndunum í ymsu norðurlondum fyri Nordisk Råds musikpris, sum hava tilnevnt listafólkini.

 

Dómsnevndin fyri tónlistavirðisløn Norðurlandráðsins

 

Vinnarin av Nordisk Råds musikpris 2023 verður alannakunngjørdir saman við teimum, sum vinna hinar virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum 31. oktober í ár í Oslu í sambandi við Norðurlandaráðsfundin, sum tá er í norska høvuðsstaðnum. Vinnarin fær viriðisstandmyndina »Nordlys« og 300.000 danskar krónur.