Tekja skúlan og høllina

Skúlin og íitróttarhøllin í Trongisvági verða takt av nýggjum. Talan er um arbeiði fyri eina tvær milliónir krónur

Kommunutíðindi

Tvøroyri:Skúlin og ítróttarhøllin í Trongisvági verða takt av nýggjum. Økið er stórt, og tað kostar nógvar pengar, sigur borgarstjórin. Einar tvær milliónir væntar hann, at tekingin fer at kosta kommununi.
Bygnignuri n er 20 ára gamla og er taktur við stáltaki, sum varð rættiliga illa rustað og farið var at leka í høllini, sigur Finnleif Guttesen, borgarstjóri. Tí var neyðugt við eini umvæling, og valt varð so at tekja allan bygningin, sum hann er, av nýggjum. Lagdar verða tróðurplátur niður á gamla takið, og so takt omanyvir.
Eisini gamli skúlin úti á Tvøroyri varð taktur av nýggjum í fjør, so nú skuldu skúlarnir verið tættir uttan, sigur hann. Men innan er okkurt at gera av viðlíkahaldi, sum neyðugt er, og farið verður undir tað nakað skjótt, sigur borgarstjórin.
Eitt annað sum Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt í summar, er umvæling av gomlu træbrúnni á Hvítanesi. Hvítanesbrúgvin stendur á steyrum, og var av slíkum slagi, at skilagott varð hildið at varðveita hana.
Umsókn kom frá nøkrum borgarum um at sleppa at gera brúnna, men avgjørt varð, at kommunan skuldi standa fyri hesum. Nýggir steyrar eru slignir niður, so nú skuldi brúgvin verið trygg nakað væl fram í tíðina, heldur borgarstjórin.
Annars liggur asfaltarbeiði fyri. Nýggivegur, tað er framhaldið av Ovaravegi undir Kvalinum inn í Trongisvág, skal asfalterast.
Manglandi bryggjupláss er altíð ein trupulleiki, og neyðugt hevur verið at fylt út á sjógv fyri at fáa uppland, greiðir Finnleif Guttesen, borgarstjóri, frá. Fylt er út uttan fyri Fiskavirking.
Tað er rættiliga nógv viðlíkahald, sum gerast skal í einum nú. Men tað kemst av fíggjastøðuni, kommunan var í eftir kreppuna. Alt ov nógv hevur ligið á láni í ov langa tíð, orsakað av hesum, og tí kemur tað nú upp í røkur, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.
Av nýgerð er ikki tað stóra. Men vatnleiðing liggur alla tíðina fyri. Ymsir privatir brunnar hjá onkrum vatnfeløgum eru enn á Tvøroyri, men gongdin er, at alt skal koma undir kommununa. Og tað er neyðugt, tí turkurin, sum veirð hevur í summar, hevur rættiliga kenst hjá summum teirra, sum hoyra til hesi vatnfeløgini, og tað ber jú ikki til, sigur borgarstjórin.