Tekna ein granskara

Nýggja kappingin hjá Granskingarráðnum um at tekna ein granskara er byrjað, so nú er at finna litblýantarnar og hugflogið fram



Øll børn í 1. til 8. flokki kunnu nú luttaka í kappingini hjá Granskingarráðnum, har tey kunnu senda inn tekningar av einum granskara, sum er til arbeiðis.

Børnini gera sjálvi av, um granskarin er ein kona ella ein maður, um hann arbeiðir úti ella inni, er nørdasligur ella stuttligur, stórur ella lítil - bara tað er ein granskari, soleiðis sum tú heldur, at hann sær út.

Gott hevði verið, um børnini tíma at skriva eina ella tvær reglur um, hvat granskarin ger ella hvar hann er á myndini, men hetta er tó ikki eitt krav, siga tey á Granskingarráðnum 



Nógvir vinningar

Kappingin er longu byrjað, so nú er at finna pappír og litblýantar fram, tí hvønn mánað fram til oktober verður ein vinnari funnin. Fyrsta freistin at lata inn tekningar er 30. mars. Øll, sum vitja heimasíðuna www.gransking.fo kunnu atkvøða fyri innkomnu tekningunum, sum verða lagdar á heimasíðuna, tá mánaðarfreistin er úti. Latnar verða virðislønir til nr. 1, 2 og 3. Vinningarnir eru bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni.

Í november velur ein dómsnevnd so tríggjar tær bestu tekningarnar millum allar innkomnu tekningarnar, uttan mun til, hvør hevur vunnið mánaðarkappingarnar. Í dómsnevndini sita umboð fyri Granskingarráðið og listafólk.

Høvuðsvinningarnir eru: Nr. 1 – Dell telda frá City, virði uml. kr 5.000, nr. 2 og 3 – fartelefon frá Vodafone, virði hvør uml. kr. 2.500 



Kveikja áhuga

Á Granskingarráðnum siga tey, at endamálið við at fyriskipa kappingina er at kveikja áhugan millum børn og ung fyri gransking og útbúgving innan vísindi.

Við at leggja allar tekningarnar á heimasíðuna vónar Granskingarráðið, at allir luttakarar, vinfólk teirra, foreldur, lærarar og onnur fáa høvi at síggja tekningarnar og fáa íblástur og hugskot til nýggjar tekningar ella prát um vísindi.


Fá meir at vita um kappingarreglur og annað á www.gransking.fo