Teknikarar fara nú at kanna eldin í Hornabø

Í løtuni hevur løgreglan brandvakt kring húsini í Hornabø, sum brunnu í grund í gjárkvøldið

Arbeiðið hjá løgregluni í gjár hevur verið merkt av stóra eldsbrunanum, sum var í einum húsum í Hornabø í gjárkvøldið.

Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at tey í dag skulu gera kanningar, sum skulu vera grundarlagið fyri at staðfesta, hví eldur kom í húsini. Til tað er gjørt, er brandvakt á staðnum, so eingin skal órógva tær kanningarnar. Talan er um kanningar, sum fólk hjá politinum í Føroyum taka sær av - í fyrstu syftu í øllum førum. Um neyðugt, fáa tey hjálp úr Danmark.

Kanningar vísa, at einki týðir uppá, at nakað fólk var inni í eldinum, og løgreglan hevur tosað við fólkini, sum hava tilknýti til húsið. Talan er um hús, sum vóru leigað út í kømrum, og sambært grannum, so var talan um eini 5-6 leigumál.

 

Lesið eisini: Myndir: Eldur í sethúsum í Hornabø

Eygnavitni á staðnum søgdu í gjárkvøldið, at eldurin breiddi seg skjótt. Ein granni ringdi til alarmsentralin klokkan 20:37, og lítla løtu seinni var eldur um øll húsini. Eldur stóð út gjøgnum øll vindeygu og upp gjøgnum takið.

##med2##

##med3##