Tekniski skúlin í Tórshavn fyllir 80

Skúlin hevur virkað sum ein spegilsmynd av gongdini í føroysku vinnuni, sigur Egon Øregaard, stjóri.

Tekniski Skúlin í Tórshavn fyllir 80 ár mánadagin, og verður hetta uttan iva seinasti rundi føðingardagurin, áðrenn skúlin fer í søguna.

 

Tað var nýstovnaða Havnar Handverksmeistarafelag,  sum í 1934 setti skúlan á stovn. Johs. Simonsen, fyrsti formaðurin í Havnar Handverksmeistarafelag, var leiðari tey bæði fyrstu árini. Eftir hann kom Zacharias Sørensen, sum var stjóri inntil 1945. Í 1956 gjørdist skúlin almennur sjálvsognarstovnur.

 

- Skúlin hevur virkað sum ein spegilsmynd av gongdini í føroysku vinnuni. Tá gongdin í samfelagnum hevur verið góð, hava nógvir næmingar verið á skúlanum og øvugt. Virksemi í vinnuni og talið av lærlingum fylgjast, og tað sæst aftur á næmingatalinum á Tekniska skúla, sigur Egon Øregaard, stjóri á Tekniska skúla.

 

Í dag eru umleið 500 næmingar knýttir at skúlanum og hvønn dag eru um 300 næmingar á skúlanum. Um 80 starvsfólk eru knýtt at skúlanum.

 

Í gjøgnum stóran part av nítiárunum lá næmingatalið millum um 100 næmingar. Í 1997 vóru 104 næmingar á skúlanum, men síðani tá er næmingatalið voksið støðugt. Góða gongdin miðskeiðis í farna ártíggju sást eisini aftur á skúlanum. Í 2008 fór næmingatalið upp á 263, úr 183 árið fyri.

- 2007 var eitt sera gott ár fyri føroysku byggivinnuna, sum tók nógvar lærlingar inn hetta árið. Tað eru teir, sum síggjast aftur í næmingatalinum í 2008, sigur Egon Øregaard.

 

Hetta verður uttan iva seinasti rundi føðingardagurin hjá skúlanum. Tá Marknagilsdepilin verður tikin í nýtslu fer Tekniski skúli í søguna. Egon Øregaard fegnast um, at ferð loksins er komin á byggingina av nýggja deplinum

- Fyrstu ítøkiligu stigini, í sambandi við at byggja ein skúladepil, har Tekniski Skúlin í Tórshavn, Føroya Handilsskúli og Føroya Studentaskúli og HF skeið, vórðu tikin í 1998. Nú, 16 ár seinni og aftaná mangar og miklar orrustur, dagar Skúladepilin upp úr moldini, sigur Egon Øregaard.

 

- Eg síggi flest fyrimunir við deplinum. Tað verður gott fyri næmingarnar at vera partur av einum so stórum umhvørvi. Eg eri eisini spentur at síggja tað synergi, ið kann skapast av samstarvinum, sigur Egon Øregaard.

 

Hann er eisini glaður um, at tað tá verður gjørligt at bjóða næmingunum á yrkisútbúgvingunum nógv fleiri undirvísingartilboð. Tey ungu hava ymiskar gávur, sigur hann og nevnir at tónleikur og ítróttur tá kunnu gerast partur av undirvísingini, nakað, sum tey ikki hava møguleika fyri á Tekniska skúla í dag.

- Tað verður eisini gleðiligt, at kunna fyrireika tey á yrkisútbúgvingunum til tann dagin, tey fáa hug at stovna egið virki. Fíggjarstýring og bókhald liggur ikki nátúrligt fyri tey øll, og eg havi sæð fleiri dugnaligar handverkarar koma illa fyri, tá teir hava roynt at byrja egið virki. Á nýggja deplinum verður møguligt at bjóða undirvísing í fíggjarstýring og annað, knýtt at at hava egið virki, sigur Egon Øregaard.

 

- Depilin hevur allar møguleikar at rykkja Føroyar alvorliga fram á útbúgvingarøkinum, sigur Egon Øregaard.

 

Føðingardagurin verður hildin við almennari móttøku á Skúlaheiminum klokkan 15. Egon Øregaard sigur, at næmingar á skúlanum fara at spæla tónleik á hátíðarhaldinum, umframt at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fer at flyta fram røðu.