Tekur ferðina sum uppliving

Bergur Midjord sigur seg ikki hava tær stóru vónirnar um eitt pláss á vøllinum hesaferð. Men skuldi møguleikin komið, so er hann til reiðar at taka av

Tel Aviv, Ísrael: Nýggjasti maðurin í landsliðsleguni tóktist stórtrívast, nú hann slapp at royna seg saman við toppinum av føroyskum fótbólti.
Í øllum førum helt Bergur Midjord, at talan var um eina heilt øðrvísi uppgávu enn tí vanligu, nú hann vandi við A-landsliðnum.
- Tað er so heilt sikkurt. Tú kemur at kenna fleiri nýggjar spælarar, og sum heild má eg eisini siga, at støðið er nakað hægri á venjingunum. Ferðin í venjingunum verður jú betri, betri spælararnir eru, og í so máta er hetta eisini ein avbjóðing. Og sum heild er upplivingin jú heilt øðrvísi, helt hann.
Ikki minst helt Bergur, at tað kravdi nakað av tilvenjing, tá spælast skal í so nógvum hita.
- Tað ræður um at drekka nógv, og fáa nógva hvíld alla tíðina. Skulu vit vera væl fyri, so mugu vit eisini fyrireika okkum á best møguligan hátt, og tað fáa vit eisini loyvi til.

Hevur ikki lisið uppá
Bara tað at sleppa við á fyrstu landsliðsferð sína, er sjálvandi stór uppliving hjá Bergi. Men hann tóktist so heldur ikki hava nakað ímóti, at leiðin á hesari skuldi ganga til Ísrael.
- Tað er deiligt. Veðrið er jú framúr her niðri, og sum uppliving er tað eisini stórt, so hetta var bara heilt super.
Og í morgin (hósdagin, blðm.) er so ein sight-seeing ferð til Jerusalem. Hevur tú lisið uppá, hvat tað er, sum tit tá skulu hyggja eftir?
- Nei, als ikki. Men tað verður sjálvandi eisini ein spennandi ferð, helt hann.
Tá tosið fall inn á sjálvan dystin, helt Bergur, at hann sum so ikki hevur gjørt sær teir stóru tankarnar um, hvørt hann sleppur inn á vøllin ella ikki.
- Hetta er jú fyrsta ferðin, at eg eri við, so í fyrstu atløgu taki eg hetta bara sum eina góða uppliving. Eg havi sum so ikki gjørt mær tær stóru vónirnar um at sleppa inn á vøllin, men tað vildi sjálvandi verið stuttligt, um so varð, segði hann at enda.