Tekur tíð at fáa nýggj flogfeløg til Føroya

- Útbyggingin av flogvølli og útgerð hevur skapt heilt nýggjar møguleikar, men tað tekur tíð at fáa nýggj flogfeløg at flúgva hendanvegin, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri fyri Vága Floghavn

Hóast flogvøllurin í Vágum er útbygdur og arbeitt hevur verið við at fáa onnur flogfeløg enn Atlantsflog at flúgva regluliga til Føroya, er hetta ikki blivið veruleiki enn.

Men sambært stjóranum fyri Vága Floghavn er einki løgið í hesum.

- Tað tekur tíð at fáa nýggj flogfeløg at flúgva til ein flogvøll, og soleiðis er eisini hjá okkum. Vit hava samband við fleiri flogfeløg, og eg trúgvi, at tað veruliga er ein realitiskur møguleiki fyri at fáa meira ferðslu um Vága floghavn, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri.

Hann vísur á, at flogvøllurin í Aalborg hevur brúkt millum trý og fimm ár upp á hvørt flogfelag, sum tey hava fingið at flúgva til teirra flogvøll.

- Okkara uppgáva er at fortelja fyri flogfeløgunum, at umstøðurnar í Vágum eru nógv betraðar, og at her veruliga eru nýggir møguleikar. Tað tekur tíð at fáa hendan boðskapin út, men vit arbeiða støðugt og miðvíst við tí, sigur hann.

- Vit skulu eisini minnast til, at flogvinnan er illa sperd, og at tað eru fá flogfeløg, sum í løtuni forvinna nógva pengar. Tað kann eisini ávirka hugin hjá teimum at taka nýggjar farleiðir inn í teirra flúgving, sigur Jákup Sverri Kass.


Flestu flogførini lenda

Vága Floghavn hevur fingið nýggja innflúgvarútgerð, og vøllurin er longdur, so at onnur sløg av flogførum og størri flogfør enn tey gomlu hjá Atlantsflogi kunnu brúka flogvøllin.

- Vit vilja gera umstøðurnar hjá Atlantsflogi so góðar sum gjørligt, men uppgávan hjá okkum er eisini at fáa meira ferðslu umvegis flogvøllin. Tað sóu vit eisini aftur í fjør, tí heilt aðrar flogtypur lendu í Vágum. Nú kunnu flogfør við upp til 220 ferðafólkum lenda í Vágum, sigur Jákup Sverri Kass.

Hann heldur ikki, at veður og vindur er tann trupuleikin, sum hann ofta verður gjørdur til. Nýggj hagtøl fyri 2012 vísa, at 98 prosent av flogførunum lendu í Vágum til tíðina.