Tekur tvær vikur at grava øll líkini upp

Umleið tveir triðingar av líkunum, sum higartil eru grivin upp aftur úr einari hópgrøv í ukrainska býnum, Izium, eru svilfólk.

Arbeiðið at grava upp øll líkini í hópgrøvini í ukrainska býnum, Izium, fer helst at taka einar tvær vikur.

 

Tað sigur borgarstjórin í Izium, Valerij Martsjenko, við ukrainskar miðlar.

 

Borgarstjórin sigur, at orsøkin til, at hetta fer at taka so langa tíð, er, at talan er um so nógv lík.

 

Mett verður, at leivdir av fleiri enn 440 fólkum liggja í hópgrøvini í Izium.

 

Sambært ukrainsku tíðindastovuni, nevnd STT, eru higartil 60 lík grivin uppaftur.

 

Ukrainskir myndugleikar siga, at umleið tveir triðingar av líkunum eru sivilfólk.

 

Rættarlæknar, løgregla og onnur skráseta og kanna nú øll líkini - eitt fyri og annað eftir.

 

Sagt verður, at líkini í fyrsta lagi verða kannað á staðnum so hvørt, tey verða grivin uppaftur.

 

Men, borgarstjórin í Izium, Valerij Martsjenko, sigur, at líkini eisini verða send til Kharkiv til víðari rættarlæknaligar kanningar.

 

Ræðuleikarnir í býnum eru komnir undan kavi, eftir at ukrainar hava rikið russisku hermenninar burtur úr økinum.

 

Russiski herurin hevur havt ræðið í býnum seinastu mánaðirnar, men nú veittrar ukrainska flaggið aftur í Izium.