Teldlar elvdu til eldsbruna

Ikki er heilt vandaleyst at løða teldlar og fartelefonir.

Ein eldsbruni var í Skálavík í gjárkvøldið. Um seks-tíðina fekk vakttelefonin eina fráboðan frá eini gentu í Skálavík, um at eldur var inni í heimi hennara. Foreldrini vóru ikki heima, men ein granni var hjá at hjálpa gentuni. Sløkkiliðið í Skálavík boðaði frá, at tamarhald var á støðuni longu klokkan 18.15.

 

Eftir øllum at døma var eldurin kyknaður av einum ella fleiri teldlum, sum stóðu til løðing á einum borði. Av onkrari orsøk hevur tað fest í nøkur pappír, ið lógu nærindis, og var hetta atvoldin til eldsbrunan.

 

Eingin álvarsamur skaði stóðst av eldsbrunan, men borðplátan fekk nakað av skaða.