LÝSINGARTILFAR
Tann 20. september 1973 varð P/F Atlanticpane stovnað. Í dag hevur fyritøkan í Kollafirði nýggjar eigarar, og við nýggjari tøkni heldur fyritøkan á at menna seg
Tað vóru Rubeck Jacobsen, Tórur Joensen og Sigbjørn Petersen, ið løgdu til brots við virkinum, og helt virkið til í Vestmanna tey fyrstu árini. Í 1983 keyptu Karstin A. Joensen, Magnus O. F. Jacobsen og Ovin Klein Olsen so P/F Atlanticpane og fluttu hesir alt virksemi felagsins til Kollafjørð har tað hevur verið síðani.
P/F Atlanticpane flutti í september 2001 alt virksemi sítt í nýggjan og væl størri bygning, ið liggur á kajøkinum í Kollafirði.
Nýggir eigarar og nýggjar íløgur
Í oktobur 2006 fekk Atlanticpane nýggjar eigarar. Teir eru Heðin Zachariasen, Hallur Hansen og Dan Jacobsen.
- Vit eru stak væl nøgdir við gongdina og koma nýggjum visiónum. Tildømis ætlað at vit at seta brúsukabinur í produktión, og vit selja eisini rustfrítt stál til altanir við glasi í, greiðir Hallur Hansen frá.
Fyritøkan hevur harumframt gjørt íløgur í nýggjar maskinur, soleiðis at tey kunnu framleiða nógv skjótari og meira enn fyrr.
- Nýggja teldustýrda skeriborðið virkar soleiðis, at heilar glasplátur verða lagdar á, mátini verða tastað inn, og síðani sker maskinan. Fyrr var alt hetta gjørt manuelt.
Við nýggju tøknini kann Atlantic Pane framleiða 200 rútar upp á ein dag.
Gott við messum
Hallur Hansen frá Atlantic Pane fegnast um, at ein byggimessa nú verður í Føroyum.
- Messur er vanligar aðrastaðni, so sjálvandi eiga vit eisini at hava føroyskar messur. Tað er gott at síggja, hvat onnur bjáða fram og læra av øðrum.
Atlantic Pane vónar, at tey kunnu vísa kundunum sínar vørur, og hvussu nógv man kann spara við at nýta orkuglas í staðin fyri vanligar rútar.
Dorit Hansen