Navigator einsamalt
Communicator 4, nýggja browsersuitan hjá Netscape, inniheldur fleiri ymisk forrit til nýtslu á Netinum.
Men fyritøkan hevur hoyrt nógv fyri, at tað ikki longur var møguligt bert at taka ein browsara; neyðugt var eisini at taka allar hinar framleiðslurnar hjá fyritøkuni. Hetta hevur Netscape nú tikið til eftirtektar, soleiðis at nú aftur er møguligt at taka Netscape Navigator í eini útgávu, sum bert inniheldur ein browsara.
Ein maskina til alt
Multimaskinur eru upp á móta. Ein multimaskina er ein maskina, ið kann fleiri ting í senn.
Seinast er Hewlett-Packard komið við eini kombineraðari printara-, skannara- og kopieringsmaskinu. Maskinan, ið kostar um 5.000 kr., kann printa í litum og kopiera og skanna í svart/hvítum.
Tað snilda við multimaskinum er, at tær eru bíligari og fylla minni enn tilsvarandi einstakar maskinur.
Joypad frá Alfa
Ein Joypad er eitt flatt Joystick við eyka møguleikum. Við eini røð av nýggjum Joypads frá Alfa fáast fleiri ymiskir eykamøguleikar.
M.a. er møguleiki til at forrita teir, soleiðis at fleiri skjótiknappar kunnu koplast saman í eina funktión. Hetta er sjálvandi at snýta, men í nøkrum spølum kann tað kortini vera stuttligt. Serliga um ein spælir á Netinum móti onkrum, ið ikki ánar hvat gongur fyri seg!