Telefon til formannin

Javnaðarflokkurin skipar fyri telefonpráti við floksformannin í dag millum klokkan 17.00 og 18.30

Millum klokkan 17.00 og 18.30 í dag hava fólk møguleika at ringja til formann Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, og spyrja hann um eitt og annað, sum hevur við valið at gera. Tá fer Jóannes at sita við telefonina í javnaðarcaféini í miðbýnum í Havn.

Telefonnumrini, sum fólk kunnu ringja, eru 320342, 320343 og 320344.