Telefonin hjá Hans Eileri gløðir

Síðani Sosialurin kom á gøtuna mánakvøldið hevur telefonin í prestagarðinum á Prestvegnum í Klaksvík gingið heit. Hóast tøgnina í kirkjuni, so hava fólk í hópatali allastaðni frá í Føroyum ringt til prest og róst honum fyri at traðka fram á henda hátt

Klaksvík:
Greinin í Sosialinum týsdagin, har Hans Eiler Hammer, prestur, greiðir frá tí syndarligu støðu, sum hann heldur, at familja hansara er komin í, hevur av álvara fingið fólk at seta seg í samband við prestin í Klaksvík. Fólk í hópatali allastaðni frá í landinum hava ringt til prest fyri at tosa við hann um støðuna. Tey allarflestu hava verið positiv og sagt honum, at tað er djarvt ella flott av honum at taka støðuna upp á hendan hátt. Onkur einstakur hevur spurt, hvørjum endamáli, hann heldur, at hetta tænir, men ongin hevur sagt, at prestur átti heldur at hava taklað hetta á ein øðrvísi hátt.
? Telefonin kimaði allan týsdagin á tamb, sigur Hans Eiler, sum er sera ovfarin av øllum stuðlinum, sum hann og familja hansara fáa, kring landið.
Prestur sigur, at tað hava so at siga bert verið positivar heilsanir til teirra í telefonini. Fólk hava ringt og sagt, at tað verður hugsað um tey og biðið fyri teimum.

Talurør
? Enntá hava fleiri ringt og takkað mær fyri, at eg eisini havi talað fyri tey. Og tað var jú eisini endamálið við hasum. So tað hevur avbera stóran týdning fyri meg, sigur prestur.
Hann greiðir frá, at týskvøldið sótu báðar familjurnar, sum raktar eru av hesum í prestagarðinum, tá tað bankaði upp á dyrnar.
? Eg má siga frá hesum, tí hetta hevur stóran týdning fyri okkum. Við dyrnar stóð ein frá Brøðrasamkomuni, og hann spurdi, um hann ikki kundi biðja saman við okkum og fyri okkum. So vit sótu øll har rundan um køksborðið hjá okkum og bóðu saman. Og tað haldi eg er eitt sterkt upplivilsi, sigur Hans Eiler Hammer. Hetta heldur hann so avgjørt vera eitt tekin um, at tá tað gongur ímóti, so kunnu øll standa saman.
Hann sigur, at fólk kring alt landið hava ringt. Bæði fólk, sum tey kenna og eisini fólk, sum tey slettis ikki kenna. Prestur sigur, at tað fløvir at vita, at tað eru so mong, sum hugsa um tey.