Telva í Vestmanna

Um vikuskiftið verður fyrsta umfarið av Grand-Prix kappingini í talvi. Telvað verður í Vestmanna skúla, og verða fyrstu borðini telvað longu í kvøld, hóskvøldið. Hildið verður so fram fríggja-, leygar- og sunnudagin. Umhugsunartíðin hjá einstøku telvarunum er 90 minuttir + 30 sekund fyri hvønn leikin. Kontantar virðislønir verða lætnar trimum teimum fremstu telvarunum.