Telving á Sandoynni

Síðani novembur hevur Mogens Nielsen havt regluliga talvundirvísing fyri børn á Sandoynni. Áhugin hevur verið sera stórur

Talv

Mogens Nielsen er vælkendur í føroyska talvumhvørvinum. Síðani 1997 hevur hann meira ella minni verið partur av øllum altjóða kappingum í Føroyum, eins og hann hevur høvuðsdómari í FM-einstaklingakappingini síðani 2001.
Danski altjóða talvdómarin hevur eisini ein stóran áhuga í at menna føroyska telving. Síðani novembur hevur hann búð á Sandi. Sjálvur er Mogens ovfarin og frøist yvir, at umleið 80-90% av øllum børnunum á Sandoynni hava verið til talvfrálæru hansara. Mogens er útbúgvin fólkaskúlalærari og brúkar tí allarhelst góðar metodur at gera talv spennandi fyri børnini. Í øllum førum er barnatelvingin ein stór succes og opnar hurðina fyri framtíðar talvvirksemi á Sandoynni.
Orkufreki danin hevur regluligar undirvísingar í teimum stóru bygdunum, Sandur, Skopun og Skálavík.
Um tiltakið er komin í eina fasta legu, er ikki greitt. Tað er upp til mentamálaráðið, kommunurnar á Sandoynni og Talvsamband Føroya. Vónandi kunnu hesir bólkar framhaldandi finna semju um slóbrótandi samarbeiðið, eisini eftir summarferiuna

Kring landið
Seinastu vikurnar hevur barnaherurin hjá Mogens verið í Vestmanna og seinast í Klaksvík og telvað kappingar. Foreldrini hava bakkað væl upp um tiltøkini og hava fleiri av teimum hava eisini verið við á ferðunum, sum hava eydnast stak væl.
Sí myndir og úrslit á www.faroechess.com.
Næstu ferð vit væntandi koma at síggja til sandoyarbørnini, verður helst leygardagin, tá ein FM-liðkapping fyri børn verður á Eiði.

Sigeman 2005
Jan Timman (2607) og Krishnan Sasikiran (2642) vunnu Sigeman 2005. Báðir vórðu ósigraðir við 6,5 stigum av 9 møguligum. Serliga fyri Timman má úrslitið sigast at vera framúr. Hann hevur seinastu árini ligið og dvalst við 2600-markið, men við úrslitinum í Keypmannahavn hevur hollendski veteranurin nú umleið 2625.
Amerikanska talentið, Hikaru Nakamura (2657), endaði á triðja plássi, bert hálvt stig aftanfyri vinnararnir. Nakamura vil telva øll talvini heilt út og bjóðar tí aldrin javnleik, og roynir tískil altíð at fara kompromileyst eftir sigrinum. Nakamura er garanturin fyri undirhaldandi telving.
Danin Curt Hansen (2633) hevði eisini eina góða kapping, eins og Jonny Hector (2513) úr Svøriki. Tiger hinvegin hevði eina katastrofukapping við bert hálvumøðrum stigi.

Endaliga støðan
1 GM Timman26076,5
2 GM Sasikiran 26426,5
3 GM Nakamura 26576,0
4 GM Curt Hansen26335,5
5 GM Hector 25135,0
6 IM Palo25254,0
7 GM Iordachescu 26094,0
8 GM Sune B. Hansen25533,5
9 IM Hermansson 24322,5
10 GM Hillarp-Persson25331,5