Við satiriskum tekningum, álvarsligum greinum og sakligum práti tók Jógvan á Høvdanum, yngri, av sínum eintingum stríðið upp móti Sea Shepherd í Føroyum. Meðan summi av teimum sjálvbodnu eru »totalt hjernadeyð« heldur stríðsmaðurin sjálvur, at tað ber til at røkka fleiri teirra við sakligum argumentum
Í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð kanst tú lesa stórt tema um átakið hjá Sea Shepherd, Sleppið grindini. Átakið er av fyri hesuferð, og Vikuskiftið fer aftur um seinastu mánaðirnar.
Vikuskiftis Sosialurin fæst til keyps í Havn í kvøld og kring landið í morgin.