Temadagur fyri diabetikarar

Roknað verður við, at umleið 40-50 ungir føroyingar hava diabetes, sukursjúku. Hesi ungu liva eins og onnur ung gera og klára tað sama. Men hóast tað, so er stórur munur, og tað eru fá uttanfyristandandi, sum veruliga vita, hvat tað merkir at hava diabetes.

Roknað verður við, at umleið 40-50 ungir føroyingar hava diabetes, sukursjúku. Hesi ungu liva eins og onnur ung gera og klára tað sama. Men hóast tað, so er stórur munur, og tað eru fá uttanfyristandandi, sum veruliga vita, hvat tað merkir at hava diabetes.

Flestu vita tó, at tey sum hava diabetes, skulu ansa eftir, hvat tey eta, og at ymiskt søtt, køkur, slikk o.a., er bannað. Men at feitt er verri enn sukur, og at ein vanlig sjokuláta ofta er betur enn ein sukurfrí, tað hava mong ringt við at skilja.

Tá ið ein ungur fær diabetes, verður alt fyri eitt neyðugt at fáa insulin. Sjúkan kemur jú av, at brisið, búkspýttkertilin, heldur uppat at gera insulin, sum er eitt neyðugt hormon, sum ger, at kosturin kann umsetast til orku í kyknunum. Er barnið t. d. 10 ár, tá ið tað fær diabetes, og ein fær insulin 4 ferðir um dagin, so kunnu vit rokna út, at tá hesin er 75 ár, tá hevur viðkomandi fingið kanska 94.500 sproytir við insulini.

Eisini skulu tey, sum hava diabetes, tíðum kanna blóðsukur. Hetta verður gjørt við einum lítlum tóli, sum krevur ein blóðdropa úr einum fingri ella oyra, og tekur bert 1-2 minuttir at gera.

Men tað skal gerast, og oftast verður farið í einrúm, tí ... um hini ungu ikki ræðast blóð, so er tað ikki serliga hóskandi í dag.


Temadagur

Leygardagin 19. juni skipar Diabetesfelag Føroya fyri temadegi fyri ungar diabetikarar í aldrinum 14 - 30 ár. Á skánni er m. a. undirvísing í diabetesviðgerð, hvussu ung aðrastaðni klára seg við diabetes og mangt annað. Eisini verður kunnað um diabetes á internetinum, og møguligt verður at royna hetta.

Temadagurin er sjálvandi ætlaður teimum, sum hava diabetes, men hevur ein vinur ella vinkona hug at vita meira um diabetes, so eru eisini tey vælkomin.

Dagurin, sum hildin verður á Hotel Føroyum, byrjar kl. 14.00 og endar uml. kl. 19.00. Kostnaðurin er kr. 100,- fyri hvønn, og tá er matur íroknaður. Tekning fer fram á telf. 444478 og 375087.

Diabetesfelagið hevur til dagin fingið tvær, í Danmark kendar damur, at hjálpa til við tí fakliga. Talan er um læknan Jette Vibe-Petersen og sjúkrasystrina Dorrit Røien, sum báðar starvast á ambulatoriinum á Bispebjerg Hospital.


Okkurt til foreldrini

Í samband við at felagið hevur vitjan frá Bispebjerg sjúkrahúsinum, verður eisini okkurt til foreldur, sum hava hug at fáa meira vita um sjúkuna hjá børnunum. Øll foreldur og avvarandi at børnum, sum hava diabetes, eru vælkomin til fund á Hotel Føroyum um morgunin hin 19. juni kl. 09.30.

Tær báðar Jette Vibe-Petersen og Dorrit Røien, hava dagliga við diabetesbørn at gera, koma saman við okkara heimligu diabeteviðgerðarum at greiða frá, og lagt er upp til at fáa gott prát ella kjak um viðgerð og uppvøkstur hjá slíkum. Foreldur, sum hava hug at koma, skulu siga frá hjá onkrum nevndarlimi ella á telf. 444478, skjótast tilber.

Steinbjørn í Lambanum

Diabetesfelagið hevur heimsíðu, sum tit finna á:www.diabetes.fo