Hetta vikuskifti verða jólatrøini tendrað í teimum ymsu bygdunum í Runavíkar Kommunu.
Klokkan 17 í morgin verður træið tendrað í Runavík og har fer Henning Bøgesvang at halda røðu.
Fyri veður verður jólatræið ikki tendrað á Skála, men jólahugnin ?verður kortini sum ætlað í Meinigheitshúsinum kl. 18.30 har ?Magnus Rasmussen, borgarstjóri heldur røðu.
Trøini í hinum bygdunum verða øll tendrað sunnudagin.
Klokkan 15 verður Jólatræið verður tendrað í Funningi og har fer Magnus Rasmussen, borgarstjóri, at halda røðu.
Klokkan 16 verður tað tendrað í Funningsfirði og har fer Alis Højsted, lærari, at halda røðu.
Klokkan 17.30 verður tað tendrað í Oyndafirði og aftur har er tað borgarstjórin, sum fer at røða.
Og klokkan 19 verður træið tendrað í Æðuvík og har fer Sølvi Reinert Hansen, Mentanarleiðari, at flyta fram røðu.
Nes Sóknar Musikkfelag spælir til øll tiltøkini