Teologisk/søgulig skuggaboksing í Miðlahúsinum

Fullsett var hetta mánakvøldið tann 12.01.09 - og meira enn tað. Lýsta evnið var einfalt hetta: Bíblian. Framløga og orðaskiftið var millum tveir dámligir ungar kallar: Bergur Debes Joensen og Hans Andrias Sølvará, sum báðir, sum tey siga har norðuri: ” - sum eru frammi hvønn dag og hampuliga klárir” og eisini hava teir lisið nakað - annar teologi og hin søgu

Tað er sjáldan lætt at vera fundarstjóri. Og fyrsti beklið var helst, at evnið ikki var nóg greitt avmarkað. Annað, at tíðin var for uppbýtt, sum ikki fremur nakra flótani samrøðu. Og tað triðja, at hølið kendist heldur trongligt í mun til áhugan. Tó kláraði orðstýrarin tað væl, at temja teir mongu spurningunum frá áhoyrarunum. Men tøkk eiga Jan Müller og manning fyri at leggja hølið til – til tílík høvi. Hóast helst eingin skifti nakra meining hetta kvøldið.

 

Stórt evni

Um eitt umrøðuevnið ikki er nóg væl skilgreinað, so er ofta vandi var fyri, at annar parturin ”kíkar”, og so varð. Eitt so stórt og veldigt evni: at umrøða Bíbliuna í eitt hissini korter + 5 minuttir í part - tað er vitulig í minna lagi. Flest øll menniskju hava ein feril av, at tað eru paradoks – andsagnir ella tvørsagnir - í Bíbliuni. Aleina hetta t.d.: at Gud gjørdist mennikja! Men hinvegin eru paradoksini ikki minni í tí sonevndu ”vísindaligu bíbliukritisku søgufatanini”.

 

Talan er jú her um eitt so ovurhonds bókaverk, sum í øldir hevur givið hinum einstaka menniskja – ofta undir svárum royndim - vón og lívsinnihald, og hevur hugtikið túsundir av heimsins gløggastu heilum og hevur inspirerað fjøldir av úrmælingum - bæði til andar og handar – m.a.: innan kunst, tónleik, skaldskap, heimspeki, jura, bókmentir, hjúnarlag, arkitektur, stýrislag, etikk og moral!

 

Orðaskiftið

Fyrstur legði Bergur fyri – greiður og væl hýrdur sum vant - um søgu Bíbliunar, eitt nú um handfaringina av teim yvir 5000 av teim gomlu handritunum, sum samlað útgera alla Skriftina, og fór hann eisini inn á sjálvt innihaldið og boðskapin. Og undirstrikaði, at um øll funnin avrit ikki vóru eins í stødd og formi, so broytti hetta als ikki við heildina í boðskapinum.

 

Síðani kom Hans Andrias – lítilátin og er helst minni ”scenu-vandur” enn ”pastorurin” – og hann tosaði um tann ófullkomna formin. Og vísti eisini á at einki upprunaskjal fanst, og meinti hann, at teir yngru avskrivingarnar høvdu líkasum lyndi til, at leggja afturat tekstinum, sum vóru í teim eldru handritunum. Nevndi sum dømi, um ta kvinnuna, sum var tikin í hjúnarlagsbroti í Jóh. 8, 1-11, at henda frásøgnin var av nýggjari dato, og metti hann hetta tí sum mannaverk, og av hesum: at Bíblian tí bara var orð um Gud, og ikki Guds Orð.

 

Tey lærdu ósamd?

Vituligt er, at táið tíðarskeiðið fyri umrødda evnið fevnir um fleiri túsund ára skeið og spennið er so vítt, sum her, eru vituliga tilsvarandi fleiri møguleikar hjá teim lærdu at verða rættiliga ósamd.

 

Eg skal her halda mær frá, at grýta ósamdar ”lærdar serfrøðingar - skriftlærdar og farisearar” í høvdi á nøkrum. Tí tá kann sjálvt evnið skjótt fara av leið, og tá endar samrøðan oftani við: Um hvør ið nú er klókastur og kønastur, og v.ø.o. í einum ”sandkassa”, har ið, sum tit vita: ”Pápi mín er nógv størri og sterkari enn pápi tín, hann kann o.s.fr.…!!”

 

Men kanska heldur bara skal nevna eitt dømi, hvat tað dámliga danska bíbliutýðandi prestaparið: Anna Sophie og Paul Seidelin, sum sáttliga siga um hetta umrødda brotið í Jóh. 8: ”Det findes ikke i de ældste og bedste håndskrifter. Men, det anses almindeligt for gammel og pålidelig overlevering, som af en eller anden grund i nogle århundreder ikke har haft fast plads i evangelierne, men omsider er endt på dette sted hos Johannes”. Við ø.o. at til ber líka so væl at hugsa sær, at henda yndisliga frásøgnin um fyrigeving, kann áður væl hava verið við í øðrum uppaftur eldri og horvnum handritum (!). Og ringt man helst vera, at koma hesum nærri - enn tað.

 

Kierkegaard og Barth

Meðan eg sat millum hesi ivaleyst vitugu, samankomnu hampafólkini, sum ”øll eru fødd av kvinnu”, rann mær til hugs, hvat ið tveir intellektuellir risar um okkara leiðir hava hildið um tílík evni sum: Gud og mannabørnini. Eitt nú Søren Kierkegaard (1813-55) sum skrivar:” Der er en evig kvalitativ forskel mellem Gud og Hans skaberværk”, og kendi professarin í teologi, Karl Barth (1886-1968) heldur fram:” Hvørja ferð tú nevnir orðið: Gud, so talar tú um nakað, sum er omanfyri títt vit og skil”. Tí tikist mær eisini heitið ”gudfrøðingur” at vera heldur løgið, tí kann nakar verða vísindamaður í nøkrum, sum hann í veruleikanum ikki hevur nakra fatan av?

 

Ein feril av skuggaboksing

Hóast Bergur ferð eftir ferð royndi at fáa samrøðuna inn á: innihaldið og boðskapin, sum øll bæði vís og fávís erkenna, at tey hava sítt baks við, so fór Hans Andrias hvørja ferð í clinch - læsti av, so at siga - við støðugt at endurtaka:” Eg tosi ikki um teologi. Eg eri søgumaður!”

 

Tað kendist tí, sum tú vart við til skuggaboksing, ið kann síggja rættiliga elegant út, men kennist heldur pøsandi í longdini. Hans Andrias tyktist mestsum at sita við krosskastaðum ørmum í ringhjørninum – ella uttanfyri ringin fyri tann skuld - og bíðaði eftir at Bergur skuldi gevast ella onkursvegna loypa framav. Tí at Bergur segði sjálvur beinanvegin, at hann ikki hevði fingið lisið bók Hans Andriasar um øll hesi formliga frávikini í Skriftini.

 

Akademiskt hugmóð?

Nú, hugmóð hongur uppi í okkum øllum. So ella so. Og heldur ikki er tað ”akademiska hugmóðið” ókent sum hugtak, m.a. hetta: ”Nei, kom tú ikki her - millum okkum lærdu -, og ”vi alene vide” o.s.fr.”

 

Men sum kvøldið leið, tyktist Hans Andrias sjálvur at fara, ið so langt av leið, við at siga, at tilgongdin hjá handritaskrivarunum mintu hann mest um útviklingslæruna hjá Charles Darwin (1809-82) - (hann meinti helst við hetta brotið: ”Struggle for life” t.e. kampurin fyri eins egnu tilveru). Umframt at hann gletti á tonn at gitnaðarsøguna hjá Mariu moy. Eins og at hann helt, at høvuðsboðskapur Bíbliunnar viknaði av tí, at handritini ikki altíð kendust eins. Og so tað afturat, at vit ikki vitstu eingang um at Jesus yvirhøvur dugdi at skriva, og vísti hann aftur til kvinnuna í Jóh. 8, har Jesus ið skrivaði í sandin, men meinti at henda frásøgnin eftir hansara tykki var søguliga óalítandi.

 

Men mundu ikki øll hini á fundinum – uttan Sølvará, sorry, sorry (!) – kennast við, at Jesus í Luk. 4,16-19, las upp úr Esajasar bók í sýnagoguni í Nazaret. Og táið ein væl dugir at lesa upp í einari mannfjøld, ja, so kann kunnleikin til skrivikynstrið væl ikki vera so langt burturi. Ikki sannheit? - eisini søguliga sæð.

 

Táið eg sum ungur, niðri, og kom í orðadrátt við fleiri um tílík evni, tá kom skjótt hetta fram, og sum Hans Andrias eisini nevndi: ”At Markusar evangeliið av kønum var mett, at vera tað elsta evangeliið, og at hinir evangelistarnir høvdu skrivað teirra evangelium av eftir Markusi - og lagt nakað væl afturat.

 

Men, eg vitsti, eitt nú hjá prof. F.F. Bruce, M.A., D.D. – sum Andrew W. Sloan forrestin kendi væl – at hann lýsir væl báðar hesar møguleikarnar : a) tann omanfyri nevndi og borin fram á torg eitt nú av C. Lachmann í 1835, og b) har vísti F.F. Bruce hinvegin til kendar capacitetar á økinum, sum gingu beint í móti hesi 150-200 ára gomlu, sonevndu ”Markusar-hypotesuni”, og hesir kønu hildu, at Matteus evangeliið - beint øvut - var eldri enn Markusar evangeliið(!). Og nokk um tað her.

 

Men – fyri at halda okkum til áðurnevnda metaforin hjá Sølvará um útviklingslæruna – so hava kanska teir ídnu bíbliukritisku søgumenninir lært meiri av Darwin, gamla, enn teir sjálvir geva sær far um -?!.

 

Søgumaður

Og gomul søgufatan kann væl ikki vera nakar eksaktur og alneyvur vitskapur, eins og kunstuppfatan og aðrar afturlítandi, trilvandi farleiðir. Tilfarið, sum her verður umrøtt, finst bara í størri og minni brotum, og spennir yvir 2 - 3000 ár, og sum liggja eini 2000 ár afturi í tíðini, og hetta tilfar inniheldur 66 bøkur, skrivaðar á bókrullur av o.u. 40 rithøvundum, og har ið sigst, sum sagt áður, einki upprunaskjal er funnið - enn.

 

Her átti tey frøðiliga kritiska søgufólkini helst klæðiliga at erkent við sær sjálvum, at teirra trilvandi tankabygningur kanska hvílir á skroypiligum staraleggjum, og tí ikki komið við alt for avgerðandi og bombastiskum niðurstøðum.

 

Tí skjótt er at stara seg blindan.Tak eitt nú John F. Kennedy, ið varð skotin í Dallas tann 22.11.1963 – forrestin júst sama dag, sum C.S.Lewis, tann gløggi kristni professarin í miðaldarlitteraturi úr Oxford og Cambrigde, og bretski rithøvundurin, Aldous Huxley: Fagre nye verden, doyðu) – og hóast almikið var til av hjástøddum við hesa drápshending, so keglast menn enn um, hvør ið tað nú í veruleikanum var, sum framdi drápið. Konspiratiónshøvundarnir hava enn góðar dagar. Og vónandi kemur onkur søgumaður ikki til - um onnur túsund ár - til ta niðurstøðu (um verðin enn stendur tá), at so nógv ósamsvar er ímillum tær tá tøku keldurnar í bløðum og avhoyringum, at einki dráp er farið fram, og at Kennedy helst ongantíð hevur verið til - !?

 

Kanska um hundrað ár -

Ella eisini Oluf Palme, sum fall deyðiliga særdur av einum skoti aftanífrá á Sveavegnum tann 28.02.1986, klokkan 23:21, og seinna skotið streyk við konu hansara. Lisbet Palme vendi sær á og sá mannin, sum skeyt: Christer Pettersson. Men - Hann náði tú meg - eftir drúgvar juridiskar togtoganir av mongum hendinga heilum í fleiri rættarumførum, var útsøgn Lisbets undirkend m.a. tí, at revolvarin, sum eitt fellandi tekniskt prógv, ikki varð funnin. Revolvarin varð tó seinni funnin í einari á í 2006, men tá var sakin niðurløgd, tí bartrogið Christer var longu deyður í 2004. ( Og um Christer man vita seg aftur í verðina um alt hetta kostnaðarliga og kostiliga ”kommersið” – tað veit eg ikki, men eg haldi – at so má hann onkursvegna hava hildið um búkin og flent í kíki at hesi sera seriøsu svensku og ørkymlaðu rættarskipanini.)

 

Men, nei, mín vinur, far ikki skeivur: søgurnar um morðið á Palme liva enn og illgitingarnar halda støðugt fram í okkara øld. Og alt hetta - nú søguliga tilfarið - kann væl ikki alt samalt passa. Sum ger, so segði maðurin, at man nóg illa longur kann trúgva tí, sum stóð í ávísini frá í gjár -.

 

Paradísið á jørð

Mong, mong onnur dømi kundi verið tikin fram um møguligar søguligar villur í nýggjari tíð. Tað vóru millum tey bestu høvdini í Danmark tá, sum hildu fast um, at okkara jarðiska ”Eden” var komið í stropa handan jarntjaldið, ja, nakað soleiðis sum Holger Drackmann meistarliga yrkti og froymdi um í 1871 í ”Engelske Socialister”- her eitt lítið brot:

 

Nu har vi hjernen og armen tilbage,

Dem vi gemme til de kommende dage.

 

De rive ham med sig, og han tager ordet:

 

Vi er sønner af jorden, til jord skal vi blive,

Vor løn vil vi have i levende live.

 

Og tey vitugu – eingin ivi um tað - avvístu blakt eitt nú frásøgurnar frá Alexander Solshenitsin um ”Oyggjahavið: Gulag”, sum ta beru propaganda, og hóast Solshenitsin var har sum eygnavitni á staðnum og í áravís kendi hesa tvørsøgnina á sínum egnum kroppi.

 

Alt meðan tey einfaldu ”mykineskonan” og ”múlamaðurin” her heima hildu í sínum stilla sinni, at tað ikki kundi vera so væl statt eystanfyri Berlinmúrin, táið tey, sum á nátt royndu at flýggja vestur um múrin - og út úr ”paradísinum” - blivu so gataði ígjøgnum av kúlum aftanífrá (!).

 

Hetta er als ikki sett fram her fyri at loysa nakra skuvu ella særa nakran, men sum ein syrgilig og søgulig konstatering.

 

Maria moy

Aftur til hana. Eftir tíðarandanum tá á døgum - og sum enn er at finna summastaðni - man hetta vera sannlíkt: at var Maria ikki moyggj, sum sagt varð frá, at hon jú var, so kundi ella skuldi hon eftir lógini tá verða steinað!

 

Men so varð ikki. Hennara trúlovaði , Jósef, góðtók hana og yvirnatúrligu frásøgn hennara, og eisini allir hennara kenningar. Og vanligt er, hóast alt, at táið eygnavitni og onnur hjástødd siga gott fyri einum veruleika ella atgerð, so vigar vitnisburður teirra nakað væl, og ið hvussu so er væl meiri enn, hvat ið onkur hissini fer at takast at forklára ella burturforklára um hetta - eini 2000 ár seinni. Ella hvussu?

 

Victor Danielsen (1894-1961)

Havi hoyrt mangar talur á mongum fundum. Og summar sita eftir. Eg hoyrdi Victor, tað má hava verið um seinasta veturin hann livdi, hann stóð í bakborði oman móti sandinum í Betesda, og hann segði hetta:”Eg eri Gudi so takksamur fyri, at eg kundi – eg haldi hann brúkti vendingina: fekk náði til – at lesa Bíbliuna: uttan við brillum frá øðrum.” Soleiðis sum hann málbar seg.

 

Flestur vita, at Victor var framúr og eitt tað besta begávilsi, sum land okkara hevur fostrað. Tak bara hansara lívsverk. Hann livdi sum ein evangelistur, sum alt ið tað hugtakið rúmar, og hann hevði eisini mót og evni til:” - at tale Roma mitt ímot”, táið hann kendi tað vera rætt og neyðugt.

 

Jóannes Patursson segði um hann:” Hevði Victor verið sjálvstýrismaður, so høvdu vit langt síðani fingið sjálvstýri”. Og tí, til lukku - allir landsmenn og Hans Pauli Olsen - við fyri tað meistaraverkið, sum í dag stendur í Fuglafirði. Tí varð Victor sjálvur spurdur, um hann vildi hava eina standmynd av sær, so hevði hann – tað vit kendu hann – nokk sagt:” Noy, takk”, og sum hann eisini segði til tilboðið um riddarakrossin. (Ja, við hvørt er tað betur, ikki at spyrja ov nógv -).

 

Tí hansara sikti var eitt heilt annað. Hann vildi tala:” - sonn orð við góðum skili” (Ápost. 26,25) Eg hoyrdi eina gentu úr Søldarfirði – har Victor dámdi at vitjað aftur til - siga:” Um Victor var serliga djúpur og klókur? - Ja, tað veit eg ikki, tí eg forstóð alt, sum hann segði, men ikki alt tað sum hinir talarnir søgdu.” (Munur á monnum.)

 

Og loksins

Eg vænti, hóast hesi hissini boðabrotini hetta kvøldið, so fer tann gamli boðskapurin um ”Hin einsama Galilearan”, sum helt ta ómetaligu fjallataluna, og sum einki hevði at halla høvdi sínum at, men sum tó í evstu líðingarløtuni uggaði tann løstaða síðumannin við hesum orðum: ”Í dag skalt tú vera við Mær í paradísi!”

 

Og haldi eisini fyri vist, at boðskapurin um henda av sonnum ”Undurfulla Harra” fer at halda ímóti øllum álopum - bæði eftir at øll tey fortreffiligu, sum vóru hjástødd hetta kvøldið í Miðlahúsinum, og mín egna ótilstrekkiligheit - ikki eru meir.