Favorittarnir í okkara bólki, HM-undanbólki C vunnu báðir teprar sigrar í kvøld.
Svøríki hevði á heimavølli stórar trupuleikar at bróta Kasakstan niður. Svøríki vann 2-0, aftaná hálvleiksstøðuna 1-0. Tað var ikki fyrr enn beint áðrenn seinasta bríksl, at Marcus Berg staðfesti svenska sigurin. Zlatan Ibrahimovic prógvaði enn einaferð sítt virði fyri Svøríki, tá hann gav Marcusi Berg eina sending í heimsklassa. Í fyrra hálvleiki skoraði Rasmus Elm, tá 37 minuttir vóru farnir. Tað manglaði lítið í, at Kasakstan javnaði til 1-1, tá Anders Svensson gjørdi ein stóran brølara og spældi Sergej Gridin leysan, men Andreas Isakson í svenska málinum stórbjargaði. Göteborgsposten skrivar, at dysturin var so linligur, at áskoðararnir og sjónvarpshyggjarnir burdu fingið sovitablettir. Blaðið skrivar: "Til tykkum sum eru sovnaði frammanfyri sjónvarpsskíggjan: Svøríki vann 2-0"
Næsti dysturin hjá Svøríki er fríggjakvøldið 12. oktober á Tórsvølli ímóti Føroyum.
Týskland vann 2-1 á Eysturríki á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien. Hesaferð sluppu týsku heimsstjørnurnar at sveitta fyri sigrinum. Eysturríkska liðið royndi at trýsta týska liðið yvir allan vøllin, og týska liðið slapp ikki so lætt at spæla bóltin millum sín, sum ímóti Føroyum í dystinum fríggjakvøldið. Týskland fekk kortini ein dreymaenda á fyrra hálvleik, tá Marco Reus beint áðrenn steðgin skoraði til 1-0 til Týskland, aftaná eina fríspæling frá veteraninum, Miroslav Klose, sum beindi bóltin víðari við høvdinum.
Mesut Özil økti til 2-0 uppá brotsspark, tá bert sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Men eysturríkarar vildu ikki geva seg. Bert fimm minuttir aftaná seinna týska málið minkaði Zlatko Junuzovic um munin. Eysturríkarar stríddust nógv tað sum eftir var av dystinum, og vóru týskarar hepnir, at eysturríkarar ikki tóku av nøkrum risamálmøguleikum teir høvdu ta seinastu løtuna av dystinum. Týska blaðið Kicker fegnast um, at Týskland hevur fingið seks stig í tveimum dystum, men týska blaðið nevnir kortini dystin í Eysturríki "Ein heitan dans".
12. oktober spælir Týskland ímóti Írlandi í Dublin, Eysturríki skal ta longu ferðina yvir til Kasakstan.
STØÐAN :
1. Týskland 2 5-1 6
2. Svøríki 1 2-0 3
3. Írland 1 2-1 3
4. Eysturríki 1 1-2 0
5. Kasakstan 2 1-4 0
6. FØROYAR 1 0-3 0