Tepurt tap til Kjartan og Bækkelaget móti oddaliðnum

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget góvu Elverum góða mótstøðu í dag

Fyrr í dag tóku Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget móti oddaliðnum í bestu norsku hondbóltsdeildini, Elverum.

 

Elverum var risastórur favorittur, men tað eydnaðist Bækkelaget at geva holla mótstøðu.

 

Elverum vann dystin 31-30. Tá fáir minuttir vóru eftir var Elverum á odda 30-26, og tað eydnaðist Bækkelaget at skjóta tvey tey seinastu málini í dystinum. Men tað var akkurát ov lítið til at fáa ein flottan javnleik.

 

Elverum sum var á odda 17-14 í steðginum var eitt skiftið á odda 24-17, men tað eydnaðist Kjartani og liðfeløgunum at stríða seg innaftur í dystin.

 

Kjartan skoraði trý mál, legði upp til fýra mál og vann liðnum trý brotskøst. 

 

Bækkelaget hevur eitt stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar í deildini.

 

Liðið sum Sonni Larsen venur, Viking TIF mátti klára seg uttan føroyska landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell á útivølli móti Fjellhammer.

 

Tað eydnaðist liðnum hjá Sonna Larsen at fáa fyrsta stigið í kappingini. Dysturin endaði við javnleiki 25-25. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

 

Viking TIF hevur eins og Bækkelaget spælt tríggjar dystir higartil í kappingini.