Sam stendur á beding í Havn, tí hann fekk skaða, tá ið ein stakkari, sum verður brúktur til at stápla bingjur við, koyrdi umborð.
Í dag stendur at lesa á ssl.fo, at fríggjadagin 25. august siglir Ternan farmatúr av Klaksvík til Syðradals kl. 11:00 og av Syðradali til Klaksvíkar kl. 13:00. Silja Star siglir eisini, sambært ferðaætlanini.
Men á ferjuleguni í Klaksvík vóru so nógvir stórir bilar og perónbilar, ið stóðu eftir, at avgjørt varð at sigal ein eykatúr – Tað merkir, at Ternan fer beina leið yviraftur til Klaksvíkar eftir túrin kl 11:00, og so aftur til Syðradals.
Fleiri fólk komu á ferjuleguna at bera manningini lyklar til bilar, sum hava staðið á kaiini á Syðradali í fleiri dagar, fyri at fáa bilin til hús aftur.
Tað lat í tí einu kvinnuni: “Hvat heldur tú, bilurin hjá mær hevur staðið á Syðradali síðani mikudagin – og eg búgvi í Kunoy”?
Sam verður væntandi aftur í sigling í morgin leygardagin, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.